Fyrrverandi kongurin í Spania, Juan Carlos, fleyg til Abu Dhabi við einum jetflogfari mánadagin. Tað skrivar spanska blaðið ABC í dag.
Síðani Juan Carlos brádliga boðaði frá avgerð síni um at fara úr Spania mánadagin, hava eingi almennir upplýsingar verið um, hvar kongurin nú er.
Blaðið ABC upplýsir harumframt, at flogfarið var á veg úr París til Abu Dhabi og lendi í landnyrðingspartinum av spanska býnum Vigo á vegnum.
Tað var fyri at taka Juan Carlos við. Umframt fyrrverandi kongin vóru fýra lívverjar í fylgi hansara saman við tveimum øðrum fólkum, verður sagt.
/ritzau/Reuters










