Flokkurin heldur, at nógvar óneyðugar játtanir eru til mentanarøkið. Miðflokkurin mælir til at 69 mio. krónur verða strikaðar av játtanini til mentamál. Tær 69 mio .krónurnar skulu nýtast til onnur meira átrokandi mál í føroyska samfelagnum
Miðflokkurin rættar peikifingurin ímóti føroysku mentanini. Flokkurin heldur, at alt ov
stórar og óneyðugar útreiðslur fara til føroyskt mentanarlív. Miðflokkurin ynskir eina øðrvísi raðfesting, har partar av játtanini til mentanina fara til onnur meira átrokandi endamál.
-Mentan eigur ikki at vera ein útreiðsla fyri føroyska samfelagið, sigur ein avgjørdur Bill Justinussen
Miðflokkurin hevur hugt at játtanin til Mentamál á seinastu fíggjarlóg, og
flokkurin er á einum máli um, at 69 mio. av játtanini eru óneyðugar útreiðslur.
Bill Justinussen legði fram ein langan lista yvir øki umdir mentamálum, sum eftir hansara tykki ikki eiga at vera á fíggjarlógini. Millum hesi øki kunnu nevnasta Tjóðpallur Føroya, gransking og útgerð til SVF.
Miðflokkurin er eitt serfyribrigdi í føroyskum politikki, tí aðalmálini hjá flokkinum víkja frá málunum hjá øðrum flokkum. Við uppruddingini í føroyska mentanarlívinum, staðfestir flokkurin enn einaferð sína støðu sum serfyribrigdi í føroyskum politikki.
Heilsumálaráð varðveitast
- Tú skalt verða 120% sikkur í, at um Miðflokkurin kemur í eina samgongu, so verður Heilsumálaráðið varðveitt, sigur Jenis av Rana.
Miðflokkurin hevur tað sum eitt ófrávíkiligt krav til eitt møguligt samgongasamstarv, at Heilsumálaráðið verður varðveitt. Miðflokkurin hevur heilsumál sum eitt aðalmál hjá flokkinum, og flokkurin hevur eisini varða av økinum farna samgonguskeið.
Javnaðarflokkurin hevur í valskrá síni eitt ítøkiligt uppskot um, at talið av ráðum skal lækka niður í seks. Javnaðarflokkurin mælir til, at eitt nú heilsu- og almannaráðið verða løgd saman aftur. Tvíheldur Javnaðarflokkurin um hesa ætlan, kann flokkurin ikki vænta eitt samstarv við Miðflokkin, tí Heilsumálaráðið er eitt ófrávíkiligt krav,
Fleiri av hinum flokkar hava undir valstríðnum eisini róð framundir, at aðalráðini eiga at fækka í tali. Miðflokkurin tekur undir við hesum, og Miðflokkin mælir til. at Oljumálaráðið undir Vinnumálaráðið og Løgmálaráðið undir Løgmansskrivstovuna.
Miðflokkurin mælir eisini til , at Almannaráðið í framtíðini verður lagt undir Heilsumálaráðið. Í tráð við, at fleiri og fleiri øki undir Almannaráðnum verða í løgd út á kommunurnar, heldur Miðflokkurin, at Almannaráðið kann koma undir Heilsumálaráðið.
Til avvenjing
Miðflokkurin hevur seinastu tvey árini gjørt tey etisku málini til eitt vørumerki hjá flokkinum í føroyskum politikki. Mál sum fosturtøka, samkynd, porngrafi og rúsdrekka hava seinasta valskeiðið verið dúgliga viðgjørd. Flokkurin hevur eisini í valskránni eina greiða ætlan við teimum samkyndu ella kynsvillu, sum Miðflokkurin nevnir tey.
Flokkurin vil veitá teimum samkyndu hjálp og flokkurin ætlar at stremba eftir, at føroyska samfelagið tekur eina hond í arbeiðinum. Jenis av Rana mælir til at tey samkyndu fara til sonevndar avvenjingar, har tey fáa møguleika at verða grødd frá sínu sjúku.
Formaðurin hjá Miðflokkinum er ikki bangin fyri ikki at finna eina breiða politiska semju á hesum økinum, tí hann kennir á sær, at hinir flokkarnir stuðla Miðflokkinum á hesum økinum. Jenis helt fyri, at tað er einamest í Havn, at kjakast verður um støðuna hjá teimum samkyndu í føroyska samfelagnum.
Ikki óvæntað vil Miðflokkurin ikki geva teimum samkyndu nakrar serlógir, ti flokkurin metir at øll skulu vera líka fyri lógini. Hann helt, at kjakio um tey samkyndu í føroyska samfelagnum fyrst og fremst er kyknað, tí at føroyskir útisetar eru fluttir heimaftur úr londum, har mentanina er heilt øðrvísi enn í føroyska samfelagnum. ?Hyggja vit eftir hagtølunum yvir sjálvmorð og misnýtslu kring heimin, so vísir tað seg at hesin samfelagsbólkur er ovast í hagtølunum, og tað má merkja at tey ikki hava tað gott, heldur Jenis av Rana.