Miðflokkurin stillar upp aftur til býráðsvalið í Havn. Hetta var greitt eftir ein fund, sum flokkurin helt mánakvøldið.
Á hesum fundinum vóru sekt fólk, ið beinan vegin boðaðu frá, at tey vóru áhugað at gerast valevni.
Flokkurin fer næstu dagarnar at finna nøkur valevni afturat at fylla listan. Talan verður kortini ikki um fleiri uppstillingarfundir. Tá listin er fullur, verður hann latin inn og almannakunngjørdur.










