Miðflokkurin ikki tikið støðu til kommunuvalið

Jenis av Rana sigur, at leiðslan í flokkinum enn ikki hevur tikið støðu til, um Miðflokkurin skal stilla upp til kommunuvalið

- Tað er eingin loyna, at tað er ringt hjá smáum flokkum at fáa umboðan í kommununa. Tí umhugsa vit um tað loysir seg hjá okkum at stilla upp, sigur Jenis av Rana, formaður floksins.

 

Miðflokkurin stillaði einans upp til valið í Tórshavn seinasta býráðsval og ikki í Klaksvík, Eysturkommunu og á Tvøroyri, har ið tað eisini verður uppstillað politiskt.

 

-Fyri at sleppa inn krevjast fleiri hundrað atkvøður og vit fingu bert gott 300 atkvøður (287 red.). Tí sigur tað seg sjálvt, at tað verður ringt, sigur Jenis av Rana.

 

Miðflokkurin fer væntandi at hava ein fund í aðru viku og tá verður endalig støða tikin til hvørt Miðflokkurin stillar upp ella ikki. Jenis av Rana sigur at enda, at sjálvur hellir hann til ikki at stilla upp.

 

 

Miðflokkurin hevur ongantíð havt eitt valt umboð í býráðnum, men Jenis av Rana hevur sjálvur sitið í Tórshavnar býráð frá 1992-1996, umboðandi uttanflokkalistan hjá Peturi í Gong.