Miðbýurin gerast meira livandi

Ein heildarætlan er nú komin fyri Dr. Jakobsensgøtu/Sverrisgøtu í Havn, sum skal vera við til at gera miðbýin meira livandi

Miðbýurin skal gerast meira livandi, er greiði boðskapurin frá Jan Christiansen, borgarstjóra í Havn.
Og fyri at tryggja, at so verður, er nú ein heildarætlan fyri Dr. Jakobsensgøtu/Sverrisgøtu samtykt í býráðnum.
- Byggisamtyktin fyri gøturnar er broytt soleiðis, at eigararnir kunnu fáa loyvi at byggja út, sigur Jan Christiansen.
Bygningarnir skulu eftir ætlan kunna vera í trimum hæddum. Tað vil siga kjallari umframt tvær aðrar hæddir.

Nógv virksemi
Sum er í dag, so eru nógvir handlar, matstovur og annað á hesum báðum gøtunum. Ætlanin er eisini at halda tað soleiðis.
Eitt av krøvunum hjá býráðnum er, at virksemi, sum verður í kjallaranum á matrikulognunum á gøtunum báðum, hevur nakað við gøtuna at gera. Tað vil siga, at tað skal vera ein matstova, handil, barr, frisørsalong ella líknandi. Sostatt verður talan ikki um skrivstovur, teknistovur, tryggingarfeløg og so framvegis.
Tað verður eisini møguligt hjá handlunum at byggja eitt lítið hálvtak útfrá handlinum. Jan Christiansen tekur dømi við Thomas Dam niðri í gongugøtuni.

Ikki gongugøta
Heildarætlanin er samtykt fyri at styrkja hjartað í býnum, sigur borgarstjórin.
Í dag koyrir ferðsla eftir vegunum, og sum er nú, er onki, sum leggur upp til, at tað fer at broytast.
- Ferðslan koyrir rímiliga væl, men við at skipa økið betri, so vænti eg, at vit kunnu fáa eina glíðandi ferðslu, sum spakuliga koyrir, sum hon ger í dag, sigur Jan Christiansen.
Málið er longu samtykt í býráðnum og liggur nú til hoyringar, har øll kunnu gera viðmerkingar.