Miðalprísur á slakar 30 krónur fyri kilo

Tað er ikki vanligt, at miðalprísurin fyri øll seld fiskasløg á Fiskamarknaði Føroya í ein dag er slakar 30 krónur fyri kilo. Men soleiðis var á marknaðinum í morgun. Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 20 tons á uppboði.

Tá hugt verður eftir miðalprísinum fyri øll fiskasløgini, var hann út við 30 krónur fyri kilo, og hetta er óvanligt.

Orsøkin til góða miðalprísin er, at meginparturin av fiskinum, sum seldur varð í morgun, er havtaska.

Av teimum 20 tonsunum, vóru 16 tons av havtasku, sum fór fyri miðalprísin 32,38 krónur fyri kilo.

Sølan hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun gav tilsamans 585.000 krónur - og miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 29,04 krónur fyri kilo.