MFS skipar fyri kjakkvøldi

Komandi mikukvøld skipar Meginfelag Føroyskra Studenta fyri kjakkvøldi í Miðlahúsinum Kjakast verður um hølisumstøðurnar og manglandi lestrarumhvørvið hjá teimum lesandi á okkara hægsta útbúgvingarstovni, Fróðskaparsetrinum. Á skránni vera framløgur og síðan alment kjak. Framløguhaldarar eru Rúni Rasmussen, samfelagsfrøðingur, fyrrverandi skrivari í Stjórnarskipanarnevndini og deildarleiðari á Almannastovuni, Durita L. Jóansdóttir og Rúna Jacobsen lesandi á setrinum og Jóan Pauli Joensen rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Trubadururin Jákup Dam syngur og spælir áðrenn tiltakið byrjar, sum verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 18. juli kl. 19.30.