MFS fer at skipa fyri kjakkvøldi hóskvøldið hin 19. apríl klokkan 19 í Østrømsfabrikkini í Tórshavn. Evnið, sum MFS ferð at viðgera, er dimmitendsats í Føroyum.
Dimmitendsatsur verður brúktur í Danmark, sum hjálp til nýútbúgvin, meðan tey finna sær arbeiði eftir loknan lestur. Staðfest er í fleiri umførum, at ung, ið gerast liðug við útbúgving, hava tað torført við at koma til Føroya aftur.
Tá Tórshavnar kommuna kannaði útisetar, kom fram, at útbúgving er tað, sum lokkar fólk flest til Danmarkar. Sambært kanningini koma bert eini 45% aftur til Føroya. At tað er torført hjá lesandi at koma til Føroyar eftir loknan lestur, staðfesta lesandi, sum venda sær til MFS um hendan trupulleikan.
- Vit hava tí skotið upp, at okkurt slag av arbeiðsloysisgjaldi kundi hjálpt um støðuna. Hvussu tað skal skipast, vita vit ikki, men vit vilja vísa á henda trupulleika hjá útisetunum, sigur MFS - Føroyar í tíðindaskrivi.
Á kjakfundinum fer MSF at bjóða vælkomin og fer at kunna um tankan við dimmitendsatsi, Ernst Jacobsen frá ALS fer at røða, og tað fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eisini.
Siðan verður kjak um, hvussu ein møgulig dimmitendsatsur hevði kunnað sæð út og fíggjast - og at enda verður kjak um, hvørt dimmitendsatsur hjálpir um fólkatalið/samanseting.
- Vit heita á øll áhugað um at luttaka í hesum týdningarmikla kjaki og koma við sínum spurningum og ivamálum, sigur MFS - Føroyar.