Forkvinnan í MFS, Turid Christophersen, sigur, at tað er einki at ivast í, at liviumstøðurnar hjá lesandi við børnum í Føroyum eru harðar og at barnafamiljurnar eru hart sperdar. Inntøkugrundarlagið hjá lesandi við børnum er lágt, og omaná tað er Føroyar eitt land við einum avmarkaðum bústaðarmarknaði og høgum kostnaðarstøði.
Tí fegnast MFS um fyrispurningin hjá Bjarna Djurholm um lestrarløn til lesandi við børnum.
Við verandi skipan fáa lesandi við børnum ein eyka barnastudning á kr.766,- um mánaðin fyri hvørt barnið. Tann peningurin fylgir barninum, og verður bert latin til tað foreldurið, har barnið býr - eisini tá ið bæði foreldrini eru lesandi. Møguleiki er at fáa ískoyti til stakar uppihaldarar á uml. 1.500 kr. um mán, meðan vanligi studningurin liggur um 4.000kr um mánaðin.
Turid heldur at um ein skal passa sín lesna til fulnar, kann tað gerast sera trupult, um ein noyðist at arbeiða nógv viðsíðunarav, fyri at klára seg fíggjarliga.
- Tá ið ein fulltíðar hægri lestur er mettur at krevja eina fulla arbeiðsviku, er tað er ringt at ímynda sær, hvussu ein barnafamilja skal hava møguleika at arbeiða afturat lesnaðinum og fáa eyka inntøkur - uttan at lesnaðurin verður stegaður ella seinkaður, sigur Turid.
Afturat at tað kann gerast trupult at hava barn, við avmarkaðu inntøkuni ið lesandi hava, so gevur bústaðarmarknaðurin í Føroyum teimum ikki møguleika at leiga bíligar lestraríbúðir.
Hetta heldur Turid ger, at tað er serstakliga avbjóðandi at hava børn tá ið ein fer undir lesna.
- at tey verða noydd at gjalda ein høgan prís á bústaðinum, og tað saman við einum høgum kostnaðarstøði, eitt nú á matvørum, ger teirra liviumstøður serstakliga avbjóðandi, sigur Turid.
Hon heldur, at um vit ynskja at halda høga barnatalið í Føroyum, skal tað eisini passa saman við gongdini í Føroyum, og gongdin er, at tað eru fleiri og fleiri, ið fáa sær hægri útbúgving.
- hetta merkjur, at verðandi umstøður hjá lesandi við børnum mugu betrast, eins og fyrispurningurin hjá Bjarna Djurholm leggur upp til, sigur Turid.
Hóast Turid fegnast um fyrispurningin hjá Bjarna Djurholm, so heldur hon ikki at hann kann standa einsamallur.
- Inntøkan hjá lesandi við børnum er ein partur av savnaðu myndini og avbjóðingini hjá lesandi við børnum, at fáa ein gerandisdag at hanga saman. Tað kann tí ikki standa einsamalt, men fyrispurningurin hjá Bjarna Djurholm, um eina broyting í inntøkugrundarlagnum, er ein byrjan til betran av liviumstøðunum, sigur Turid.