MFS: Føroysk tiltøk stóran týdning fyri útisetar

Um hetta mundið í fjør bjóðaði MFS Keypmannahavn til ræstkjøtaveitslu. Áhugin var so stórur, at atgongumerkini vóru útseld ein mánað áðrenn. - Føroysk lesandi elska at fáa føroyskt kjøt, føroyska øl, føroyskan snaps, føroyskan felagssang, ja í stuttum eina góða føroyska veitslu, við øllum tí sum har til hoyrir, greiður Birita í Dali, forkvinna í MFS frá.

 

Føroysku tiltøkini í Keypmannahavn hava stóran týdning fyri útisetar. Birita í Dali vísir á, at tað er ein frálíkur møguleiki hjá fólki, sum júst eru flutt niður í lestrarørindum, at fáa aðrar føroyskar vinir. Áhugin fyri tiltøkunum hjá MFS var í fjør sera stórur, og stúgvandi fult var til flest øll tiltøkini.

 

MFS í Keypmannahavn hevði eitt sera hendingarríkt ár í fjør. Tey skipaðu millum annað fyri tiltøkum í samband við amerikanska forsetavalið og føroyska kommunuvalið. Haraftrat varð skipað fyri einum tiltakið á Norðuratlantsbryggju, sum snúði seg um at økja um fólkatalið í Føroyum. Og sjálvsagt var tann siðbundna ræstkjøtaveitslan á skránni.

 

Soleiðis verður eisini í ár, og undir borðhaldinum fer Mannbjørn Anthoniussen at spæla, og eftir hetta verða borðini ruddað til síðis, og Afrokid byrjar at diska.

 

MFS ætlar aftur í ár at skipa fyri fleiri tiltøkum, men júst hvørji tiltøk talan verður um er ikki greitt enn.

 

-Próvtøkurnar eru júst lagdar afturum, og tey sjálvbodnu, ið geva nógva tíð og orku í MFS-arbeiði ætla ikki at halda sær aftur við at skipa fyri tiltkum í vár. Vit hava tó ikki fastlagt alt enn, men vit vóna at fáa eitt tiltak upp á beinini um grøna orku og grønan vøkstur í føroyska samfelagnum, greiður Birita í Dali frá.

 

Ræstkjøtaveitslan verður 23. februar í Føroyahúsinum, og byrjar tiltakið klokkan 19.00