Mette hevur tosað við Rutte um órógvandi dronur

- Vit arbeiða saman um, hvussu vit kunnu tryggja og verja okkara undirstøðukervið, sigur Nato-leiðarin, Mark Rutte

Nato-leiðarin, Mark Rutte, hevur tosað við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, um órógvandi dronur.

 

Talan er í hesum føri um hendingina við dronunum, sum vórðu sæddar yvir donskum flogvallum mikukvøldið.

 

- Vit arbeiða saman um, hvussu vit kunnu tryggja og verja okkara undirstøðukervið, sigur Nato-leiðarin sambært Reuters.

Fleiri dronur vórðu staðfestar yvir fýra donskum flogvallum hetta kvøldið, og hetta órógvaði flogferðsluna.

 

##med2##