Álit er lyklaorðið í fyrstu setanarrøðuni hjá Mette Frederiksen á Fólkatingi.
Í setanarrøðuni staðfestir nýggja forsætisráðfrúan, at álitið kanska er tað virðismesta, sum Danmark hevur ræði á. Tað gevur tryggleikar í gerandisdegnum og vøkstur í virkjunum.
##med2##
Men álitið er sambært Mette Frederiksen undir trýsti, og tað vil tí vera ein reyður tráður í arbeiðinum hjá stjórnini at varðveita og endurbyggja tað:
– Á álit hava vit bygt eitt samfelag. Við ábrygdum. Og rættindum. Í hesi raðfylgju. Eg gjaldi mín skatt. Við áliti á, at tú rindar tín. Eg gjalda tína læknavitjan. Við álitið á, at tú rindar mína. Vit hava tað samhaldsfesti.
– Og tá vit hittast í íbúðarøkinum. Á arbeiðsplássinum. Á foreldrafundi. Mennskja til menniskja. So hittast vit við álitið. Tað er ikki bara hugnaligt. Tað er ein stór styrki, sigur Mette Frederisken í røðuni.
/ritzau/