Mette fer at geva Godhavns-dreingjum umbering í august

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer 13. august vegna statin at geva Godhavnsdreingjunum eina almenna umbering.

Tað var á Fólkafindinum á Bornholm í juni, at Mette Frederiksen lovaði, at hon fór at geva Godhavns-dreingjunum eina umbering fyri tað svik, teir hava verið fyri.

Og nú hevur hon nevnt dagin, hon fer at geva teimum umberingina.

Forsætisráðið upplýsir í tíðindaskrivi, at Mette Frederiksen á einum haldi 13. august á Marienborg fer at geva Godhavnsdreingjunum og øðrum barnaheimsbørnum eina almenna umbering fyri vantandi eftirlit hjá statinum við teimum stovnum, tey búðu á.

– Nøkur av teimum mest viðkvomu børnunum í samfelagnum vórðu misrøkt. Tað vórðu svikin av teimum vaksnu, sum skuldu ansa teimum.

– Myndugleikarnir gjørdu einki. Tað kunnu og mugu vit sum samfelag ikki lata fara aftur við borðinum.

– Vit kunnu ikki broyta tað, sum er hent. Men vit kunnu og skulu læra av tí. Tað vóru ikki børnini, sum høvdu skyldina. Tað eru tað ongantíð. Tí er tað upp á tíðina, at vit geva offrunum eina umbering, sigur hon.

Í tíðarskeiðnum frá 1946 til 1976 vóru børn, sum vórðu koyrd á dreingjaheimið Godhavn í Tisvildeleje, útsett fyri ágangi og sviki, uttan at nakar gjørdi nakað.

Ikki fyrr enn í 2005 kom málið fram í ljósið í DR-dokumentarinum »Dreingjaheimið«, og seks ár seinni staðfesti ein frágreiðing umfangi av tí, sum dreingirnir høvdu verið úti fyri.

Síðani hava fyrrverandi íbúgvar á stovninum gjøgnum felagsskapin Godhavnsdrengene kravt eina almenna umbering fyri, sum fór fram.

Teir hava millum annað verið rættarinnar veg, men bæði Københans Byret og Eystari Landsráttur kom fram til, at málið vóru firnað.

Í apríl í fjør legði Eindarlistin fram ein lógaruppskot í Fólkatinginum um at geva eina almenna umbering til fyrverandi íbúgvar á Godhavn, men málið varð ikki samtykt.

 

/ritzau/