– Eg skilji, at tað at fáa danskt cpr-nummar hevur stóran týdning fyri nógvar føroyingar. Vit vilja fegin hyggja nærri eftir hesum, segði Mette Fredriksen á tíðindafundinum, sum var í Tinganesi fyri lítlari løtu síðani.
Hon vísti á, at nevnd verður sett at arbeiða víðari við hesum.
Bárður á Steig Nielsen er eisini jaligur eftir prátini, hann hevur havt við danska forsætisráðharran í dag.
– Eg vænti avgjørt, at hetta við cpr-nummarinum kemur ígjøgnum, sigur løgmaður.
Eitt annað, ið danskir journalistar vóru áhugaðir at fáa at vita frá løgmanni á tíðindafundinum, var um viðurskifti føroyinga til Russland.
– Vit hava bara handilslig áhugamál við Russland, og ikki trygdarpolitiskt, segði løgmaður.
Á síni stuttu Føroyavitjan hevur Mette Fredriksen vitjað í heimbygdini hjá Bárði á Steig Nielsen, Vestmanna, har løgmaður hevur verið vertur og víst henni runt.
Seinnapartin hevur hon verið í Havn, har hon millum annað hevur vitjað í løgtinginum og á skipasmiðjuni Mest.
Sí myndir frá tíðindafundinum her.
##ms##