Mettúrurin hjá Kristin

Vit hava frætt frá okkara manni í Grønlandi Kára við Stein, og greiðir hann frá dag fyri dag

31. mars

Í dag eru -8 stig stilli. Polar Natarnaq kom inn í morgun. Teir hava verið í Nuuk eina tíð og fingið umvælt tey brek, sum teir hava haft nógv av. Teir skuldu avstað seinnapartin.

 

1. apríl

Í dag eru null stig og blika logn. Hetta er sum apríl mánaði plagar at vera hjá okkum, tá hann er frægast.

Polar Nagtoralik kom inn til Nuuk í morgun at landa. Teir hava 670 tons inni, og teir skulla sigla aftur í annaðkvøld. Kristin Højgaard er skipari umbord á Polar Nagtoralik.

Tað var Kristin, sum gjørdi mettúrin í Eysturgrønlandi fyri 18 árum síðani við Tasermiut. Teir fiskaðu í 19 dagar í nógvum ísi, sum teir knávaðu seg ígjøgnum. Nanok Trawl og Tasilak vóru eisini har á leiðuni, men har gjørdist onki hjá teimum báðum. Teir kláraðu ikki ísin. Sum eg havi skilt, var fiskaríið á Dornbankan. Teir fiskaðu 385 tons av jumborækjun og fingu 35 mill. kr. fyri lastina. Tað er ongin bátur komin í nánd av slíkari upphædd fyrr, men tíðinar eru eisini broyttar.

 

3. apríl

Í dag eru +2 stig og dýrdarveður. Polar Qrasiut kom inn til Nuuk at landa í morgun og at skifta fólk.

 

8. apríl

Í dag er stormur av suðri við nógvum kavaæli og – 9-10 stig. Regina C. kom inn at millumlanda í morgun. Teir leggja 150 tons upp. Teir skulla inn til Nuuk í næstu viku at landa, og teir skuldu sigla kl 1900 í kvøld.

Polar Natarnaq, sum hevur ligið í Nuuk langa tíð, har teir hava fingið umvælt ymisk brek, byrjaði túr aftur herfyri. Nú eru teir komnir inn í dag við brekum, sum enn eru umborð hjá teimum. Tað síðsta eg hoyrdi var, at nú skulla teir at skifta fóðringarnar. Natarnaq var inni í Nuuk og landaði fyrradagin.

 

9. apríl

Í dag er dýrdarveður og -16 stig. Steffen C kom inn at landa 340 tons í morgun. Tað hevur gingið so mikið væl hjá teimun, at teir vóru noyddir at kom inn at landa her. Tað hevði ikki verið pláss í lastini, um teir skuldu fiska til 21. apríl, tá teir annars skulu inn at landa í Nuuk.

 

10. apríl

Í dag er dýrdarvegur og -12 stig. Steffen C loysti nú fyrrapartin. Akamalik kom inn at landa í kvøld. Teir hava knapt 500 tons inni. Kl. 20 komu teir inn aftur við breki á ávaringarskipanini.

 

11. apríl

Í dag dýrdarvegur og – 12 stig. Steffen C loysti aftur fyrrapartin, og Akamalik loysti seinnapartin til nýggjan túr. Polar Amaroq skal inn til Nuuk í morgin at landa.

 

14. apríl

Ja, hjá tykkum er tað summarmáladagur. Tað merkja vit ikki nakað til her. Tað eru – 7 stig og stilli. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 530 tons inni. Teir hava verið úti í 19 dagar. Tann seinasta vikan hjá teimun var einastandandi góð í virði. Teir fiskaðu fyri heilar 5 mill. Tað var óført og sigur nakað um rækjuprísin fyri tíðina.