Metstórt útlán í 2011

Klaksvíkar Bókasavn hevði metstórt útlán í 2011.

- Útlánið á Klaksvíkar Bókasavni hevur ongantíð verið so høgt sum í 2011. Tað upplýsir Annika Egholm, býarbókavørður, fyri heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Á Klaksvíkar Bókasavni hava tey rættiliga merkt, at virksemið og talið av vitjanum var størri í 2011 enn undanfarin ár.

- Ein partur av hesi øking er í sambandi uppgávur hjá miðnáms- og fólkaskúlanæmingum, men eisini í heila tikið hava fleiri vitjanir verið í ár, sigur ein fegin Annika Egholm.

Í farna ári lænti Bókasavnið 28602 bøkur út, og hetta er met. Í mun til 2010 eru 1600 fleiri bøkur læntar út í 2011.

Annika Egholm, býarbókavørður, heldur, at Norðoyatunnilin eigur eisini sín lut í hesum vøkstri, tí fasta vegasambandið bindur økið saman, soleiðis at eisini nógv fólk úr Eysturoynni og aðrastaðni í landinum koma at lána á Klaksvíkar Bókasavni.

- Hetta eru vit ógvuliga fegin um, sigur býarbókavørðurin.