Sølan av nýggjum persónbilum setti met í Danmark í 2015. Tilsamans 207.717 persónbilar vórðu seldir. Bilasølan er vaksin seks ár á rað, og hetta er fyrstu ferð at sølan er farin upp um 200.000.
Orsøkirnar til høgu bilasøluna er millum annað vøksturin í privatleasing, og tað at elbilarnir hava verið avgjaldsfríir.
Hóttanir frá landsins myndugleikum um at leggja stór avgjøld á elbilar í 2016 førdi til, at stóri elbilurin Tesla Model S bleiv mest seldi bilur í desember.











