Í løtuni eru partabrøvini í Eik á sínum lægsta viðri nakrantíð Klokkan 14:37 var krusurin á Eik partabrøvum í keypsskálanum í Keypmannahavn niðri á 88,00. Hetta er lægsti kursur á partabrøvunum síðan Eik fór á partabrævamarknaðin.
Um orsøkina til lítla virði á partabrøvunum er onki at heinta, tí tað er í løtuni ikki gjørligt at fáa fatur á nøkrum í leiðsluni ella í nevndini hjá Eik.
Hægsti kursur á partabrøvunum var tann. 31. juli í 2007, tá virði var 791.