Metir ikki Pytlick hava skil fyri hondbólti

Aftaná 31-19 sigurin ímóti Danmark, varð norski liðskiparin, Viborg-spælarin, Kristine Lunde ikki blíð um tær hørðu takklingarnar hon fekk frá donsku verjuni. Venjarin hjá Danmark heldur lítið um sjónarmiðini hjá Kristine Lunde, og heldur, at hon er ein stórur sjónleikari. - Hvørja ferð hon verður takklað, so leggur hon seg bara niður í gólvið, segði Jan Pytlick.

 

Kristine Lunde svaraði aftur, at Jan Pytlick hevur als ikki skil fyri hondbólti. - Um hann heldur, at eg filmaði hvørja ferð verjan hjá honum fór illa við mær, so má hann heldur seta seg niður og læra hvussu hondbóltur verður spældur, var svarið hjá Kristine Lunde.

 

Tá norsk fjølmiðlafólk ígjár vildu hava orð á Jan Pytlick um orðini hjá Kristine Lunde, noktaði hann at úttala seg um hetta málið.