Metingarnevndin um ársins virki og ársins átak 2010

Vit hava hugt eftir, hvørjar grundgevingar metingarnevndin hevur lagt í valið av ársins virki og ársins átaki 2010

GRUNDGEVINGAR

Um valið av Tavuni í Leirvík verður sagt, at virkið lýkur allar kappingartreytir, og tí himprast metingarnevndin onga løtu í at velja Sp/f Tavuna til ársins virki 2010.
Hetta eru greiðu orðini, sum metingarnevndin leggur til grunds fyri at velja gulllaksavirkið í Leirvík til ársins virki í Føroyum.
Nevndin vísir á, at mótrák eggjar til at leita nýggjar leiðir og nýta afturundirgerðirnar. Tað er ikki váðaleyst, men er málið sett, ber til at fyrireika seg til avbjóðingarnar og leggja leiðina neyvari. Hepni vísir seg eisini ofta at fylgja tí, sum torir.
Tavan í Leirvík sprýkti úr kreppuni tíðliga í nítiárunum, tá gamla flakavirkið Frost í 1994 varð leigað til virking av gulllaksi til fars.
- Virkið hevur víst, at við miðvísum góðskuarbeiði hevur borið til at tryggja sær eina næstan at kalla monopolstøðu á altjóða marknaðinum, tá ræður um góðsku og orðhaldni. Fyritøkan og samstarvsfelagar hennara hava lagt seg eftir at fáa rávøru virkaða, ið fyrr ikki varð brúkt, og sum er avmarkað í nøgd.
Metingarnevndin sigur, at Tavan hevur dugað at hildið upp á ein dugnaligan og arbeiðssaman medarbeiðaraskara, ið hevur givið ein effektivitet í virkinum, sum talað verður um.
- Fyritøkan hevur eisini gingið undan at fáa semju millum tey skip, ið útvega rávøruna, um at halda árligu veiðina innan fyri tær metingar, ið Havstovan hevur um, hvat stovnurin tolir, sigur metingarnevndin, sum hevur kosið Tavuna til ársins virki 2010.

VILT átak
”Ger okkurt annað, ger okkurt nýtt – ger okkurt vilt!”
Tá hesi orð fullu á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum, fóru fólk at hugsa um, at ársins átak í ár helst fór til Sp/f VILT í Suðuroy.
- Vilt tú hava eydnuna við tær, vilt tú geva tínum viðskiftafólki tað forkunnuga, og vilt tú gera lívið ríkari hjá tær og teimum, tú virkar saman við? Tað eru tey, sum gera okkurt nýtt og okkurt vilt, ið skapar framburð og nýggjar møguleikar. Hesi síggja stóra og fjølbroytta tilfeingið í fólki, náttúru og í samfelagi, sum liggur óbrúkt og mest sum rópar eftir at verða gagnnýtt til frama fyri ein stóran hóp av brúkarum, inni sum úti, heima í Føroyum og uttanlands.
Metingarnevndin sigur, at átakið 2010 er ein fyrimynd fyri okkum øll – uttan mun til, hvar vit eru, og hvat vit gera. Átakið er ein staðfesting av, at trúgvin uppá, at tað ber til at fáa virksemi í lag – eisini uttan fyri høvuðsstaðin – gevur úrslit. Hetta er gott, vísir áræðið og álit á egin evnir.
- Vit hava tí valt at heiða átakið, sum kanska hevur torað mest – við at kalla seg VILT.
Átakið 2010, sum hevur fingið heiðurin hesaferð, er skipað sum smápartafelag. Felagið hevur skjótt trý ár á baki og hevur heimstað í Vági.
- Endamálið við VILT er at skapa trivnað og at menna Suðuroynna – og fyri tann skuld landið alt – í ferðavinnu- og upplivingarhøpi. VILT hevur gjørt Suðuroynna kenda í Føroyum og uttanlands, og virki og fyritøkur um alt landið og útlendskir bólkar koma til Suðuroyar at royna tiltøkini, sigur metingarnevndin.