Nýggja fløgan ?Death Magnetic? hjá Metallica kemur í handlarnar 12. september, men longu nú ber til at hoyra tvey løg av nýggju fløguni á alnótini.
Fer man inn á myspace-síðuna hjá bólkinum, kann man hoyra live-útgávuna av nýggja lagnum ?Cyanide? frá einari konsert hjá bólkinum í Dallas 9. august. Á almenna heimasíðuni hjá bólkinum www.metalica.com ber eisini til at hoyra fyrsta lagið av nýggju fløguni, sum er átta minuttir langt og kallast ?The Day That Never Comes?.
Nýggja fløgan hjá Metallica sigst at verða nakað øðrvísi enn seinastu fløgurnar, bólkurin hevur givið út. Á hesi fløguni fer Metallica nevniliga aftur í tíðina til stílin, teir høvdu í 80?unum við old-school gittara-riffum og Kirk Hammett-tapping-solo?um.