Meta nú um teir skulu fara inn í bygningin

Eitt serfrøðingalið hevur havt sín fyrsta fund í Aalesund í morgun, um hvørt tað er møguligt at taka seg inn í bygningin Tað eru sjey serfrøðingar av ymiskum slagi, bæði hjá kommunu og stati, sum manna serfrøðingaliðið. Hesir skulu m.a. nærgranska tekningar hjá byggifrøðingum og myndir av bygninginum, við tí fyri eyga at gera eina ætlan um hvussu ein kann fáa tey saknaðu út úr bygninginum. Jon Kåre Flo frá løgregluni í Sunnmøre sigur, at serfrøðingaliðið skal eisini meta um, um tað er møguligt at tryggja bygnings-konstruksjónina. Tað er framvegis eldur í propantanganum, sum liggur undir bygninginum, og tí sleppur eingin í grannalagnum við Fjelltunvegen í Aalesund at flyta heim aftur fyribils.