6,9 milliónir vór eftir á botnlinjuni, tá Trygd legði ársroknskapin fram. 19 milliónir verða útgoldnar í vinningsbýti
Í tíðindaskrivi sigur felagið, at rakstrarliga gongdin hevur verið nøktandi seinastu árini. Ikki minst fengast felagið um, at tað hevur eydnast at hava eitt tryggingartekniskt avlop. Hetta var í fjør 4,2 mió kr.
Á aðalfundinum seinasta fríggjadag varð nevndin í felagnum afturvald. Í nevndini eru Janus Petersen, nevndarformaður, Súni Schwartz Jacobsen, Niels Juul Andersen, Tummas Hanus Dam og Christian Andreassen.
Aðalfundur felagsins samtykti samstundis at útgjalda íalt 19,0 mió kr. í vinningsbýti. Eginpeningurin hjá TRYGD við árslok 2007 er 85,3 mió kr.