MEST Service - sterkari úteftir

Tríggjar lutfalsliga stórar føroyskar fyritøkur hava nú tikið seg saman til tess at veita fjøltáttaðar tænastur uttanlands

Ídnaður

 

Tað er ikki rætt, at føroyingar bara ”klandrast”.

Í fleiri ár hevur gevandi samstarv verið millum føroyskar fyritøkur og føroyskar veitarar av ymiskum tænstum.

Tá nýbyggingar, størri umvælingar og uppgávur skulu loysast her heima, hevur í fleiri ár verið vanligt, at ymiskir útbjóðarar taka seg saman og soleiðis – saman – hava staðið sterkari í kappingini við eitt nú útbjóðarar uttanlands.

Hetta hava vit sæð, tá størri skipaumvælingar skuldu gerast.

 

Nú uttanlands

Tríggjar av fyritøkunum, sum áður hava verið felags um slíkar uppgávur, eru skipasmiðjusamtakið MEST, KJ-Hydraulik á Kambsdali og El-Service á Skála.

Nú hava hesi feløg saman skipað MEST Service, sum undir einum og sama hatti vendir sær uttanlands.

Fleiri føroyskar fyritøkur hava havt ymiskar uppgávur uttanlands, og kanska er tað serliga El-Service, sum vit hava hoyrt um í hesum sambandi.

Felagið á Skála hevur eitt nú verið partur av fleiri nýbygningum, sum donsk skipasmiðja hevur smíðað.

- Nú hava vit skipað okkum í eitt samstarv undir navninum MEST Service og bjóða okkum í felag fram uttanlands, sigur Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST-samtakinum.

Hann vísir á, at fyrimunirnir við MEST Service er, at útboðið og tænastuvirksemið nú verður meira skipað, eins og tænastan undir einum hatti verður nógv meira fjøltáttað.

Ein annar fyrimunur, sigur Eyðfinn Egholm, er, at alt samskifti og skrivstovuvirksemi við atliti til MEST Service verður skipað undir einum.

- Vit kunnu nú marknaðarføra okkara tænastu úteftir undir hesum navni og við einum nógv størri og fjølbroyttari útboði – innan eitt nú mekanik, hydraulik og el.

Stjórin í MEST vísir á, at fyrstu uppgávurnar hjá MEST Service uttanlands eru við at koma uppá pláss, og væntandi er, at meira fer at spyrjast burturúr hesum, sum heystið líður.

- Jú, vit eru spentir upp á hetta virksemi, sum vónandi kann geva okkum enn eitt bein at standa á, sigur Eyðfinn Egholm.