Tann størri parturin av teimum 125 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var frá einum línuskipi, sum hevði verið undir Íslandi, og sum hevði mest av toski og blálongu.
Góð 63 tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Toskur I fór fyri 16,55 krónur í meðal, toskur II fyri 16,46 krónur, toskur III fyri 16,63 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 16,05 krónur. Knappliga 20 tons vóru av blálongu, og hon fór fyri 11,36 krónur í meðal fyri kilo.
Av hýsu vóru 12 tons. Meðalprísurin á hýsu II var 12,44 krónur, og hýsa III fór fyri 12,39 krónur í meðal. Av longu vóru góð sjey tons, og meðalprísurin lá ímillum 12,63 kónur og 12,95 krónur.
Nakað av havtasku var, góð sjey tons. Havtaska II fekk meðalprísin 32,59 krónur, og havtaska III fór fyri 32,09 krónur í meðal.
Tey 125 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni í dag, vórðu seld fyri 1,9 millión krónur.