MEST hevði 10 milliónir í avlopi í fjør

MEST hevði framgongd í 2017. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 322 mió. kr. og hevði  felagið eitt avlop uppá góðar 10 mió. kr. eftir skatt. Dótturfelagið PAM Offshore Service hevði eitt hall á 0,6 millión krónur í fjør og er hetta á sama støði sum árið fyri. Skipasmiðju- og framleiðsluraksturin gav avlop og er leiðslan samanumtikið nøgd við samtaksúrslitið.

 

Soleiðis skrivar skipasmiðjan Mest í tíðindaskrivi. MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjur í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. Samtakið leggur seg áhaldandi eftir at verða kappingarført fyri at tekkjast føroyskum kundum og at draga at sær útlendskar kundar. MEST í Runavík hevur havt nógv virksemi í 2017, og hava teir umframt førleikarnar til framleiðsluútgerð, á sjógvi og landi, eisini serligar førleikar innan alivinnuna.

 

Leiðslan metir, at útlitini til aftur at fáa eitt nøktandi úrslit eru til staðar, og tað er við góðum treysti at farið er inn í 2018.

– Vit hava havt eina góða byrjan í 2018 við áhugaverdum verkætlanum innan ymiskar vinnur. Sjøtul er eisini settur á byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum, sum hevur nógv arbeiði við sær komandi tvey árini,  sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST, í tíðindaskrivinum.

 

Í MEST samtakinum starvast umleið 300 starvsfólk.