Ferðslutrygd
Tað er ómetaliga trupult at banna lastbilum at koyra grót uppá akkord.
Tað heldur Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri ferðslutrygd.
Vit hava spurt hann um hann hevur nakra meining um koyringina við gróti frá grótbrotinum inni í Trongisvági, yvir a nýggju samferðsluhavnina eystanfyri Drelnes.
Sum sæst aðrastaðni í øðrum greinum her á síðuni, eru tað summi sum halda, at koyringin er til stóran vanda fyri trygdina, ikki minst hjá skúlabørnum.
Heri Kragesteen sigur, at tað verður trupult at nokta byggifyritøkum og landinum at royna at fáa eitt arbeiðið gjørt so bíligt sum gjørligt.
Tí heldur hann, at tað verður trupult at seta bann fyri koyring upp á akkord. Men fyri tað ber væl til at reisa spurningin, hvussu heppið tað er fyri ferðslutrygdina, at koyrt verður upp á akkord.
? Men fyri tað, sum koyrt verður upp á akkord, ber ikki til at seta lógir og reglar til viks.
? Tí skulu bilarnir framvegis verða lastaðir eftir forskriftunum og hámarksferðin skal haldast.
Jón Kragesteen sigur, at sostatt er talan fyrst og fremst um ein spurning um moral hjá teimum sum koyra og teimum, sum hava umsita arbeiðið.
Men hann leggur dent á, at tað er eisini ein spurningur um eftirlit.
Og tá ið hann hugsar um eftirlit, hugsar hann ikki bara um læøgregluna.
?Sjálvsagt skal løgreglan hava eftirlit. Men tað er eisini umráðandi, at hvør einstakur borgari hevur eftirlit við tí, sum fer fram og ger vart við seg, tá ið lógir verða brotnar. Og so hevur tað eisini týdning, at fjølmiðlar fylgja við og taka málið upp, leggur leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd afturat.










