Klaksvík: Heimið hjá Jens og Marjuni Jacobsen liggur væl fyri á Bumshamarsvegnum í Klaksvík. Í túninum standa gummistivlar, sum bera boð um, at her fæst onkur við hoyggj. Inni í spildurnýggja køkinum stendur Jens og ger ein kaffimunn, og hann býður sess.
Jens er eitt vælkent andlit í Klaksvík, og fá munnu tey vera, sum ikki kenna fryntiliga mann-in, sum í ein mansaldur hevur starvast á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Jens er føddur og uppvaksin á Syðradali á Kalsoynni. Sum blaðungur flutti hann til Klaksvíkar, har hann giftist og bygdi hús. Hann arbeiddi fyrst í saltfiskinum, áðrenn hann í apríl mánaði 1959 fekk starv sum portørur á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
? Tá vóru vit bara tveir mans, Olaf Bjartalíð og eg, og vit høvdu ábyrgdina av øllum viðlíkahaldi á sjúkrahúsinum, greiðir Jens frá og leggur afturat, at starvið sum portørur í dag ikki kann samanlíknast við tað, sum tað var tá á døgum.
Portørarnir fingust við alt uttandura arbeiði, og teir málaðu eisini, har tað trongdi til. Ongin sjúkrabilur var, tá Jens byrjaði.
? Tá vit høvdu tørv á bili, ringdu vit eftir Hjørleifi, sum hevði ein bil, sum kundi nýtast til sjúkraflutning.
Fyrsti sjúkrabilurin í Klaksvík kom í 1963, og hann kom av Tvøroyri. Tá var ikki nógv í einum sjúkrabili. Har var ein børa og nakrar træspjálkar til at stíva beinbrot av við.
? Í dag er ein sjúkrabilur sum ein lítil skaðastova. Og ein portørur skal duga nógv meira í dag, sigur Jens og leggur afturat, at hann væntar, at tað verður skjótt, at portørar eisini skulu duga at leggja dropp og geva heilivág. Og tískil sigur hann, at tað ber ikki til at samanlíkna starvið nú og tá.
?Tað var ikki nógv koyring tá, og hartil koyrdu vit bert út til Norðoyri, norður í Ánirnar og Strond. Í dag koyra vit jú heilt til Viðareiðis og til Kunoyar, greiðir Jens frá.
Jens minnist eisini aftur á, at teir sum portørar plagdu at fletta seyð og kálvar til sjúkrahúsið. Og tá grind var, var tað teirra uppgáva at skera upp.
? Sjúkrahúsið fekk ein heilan hval, og hann skuldu vit so skera upp, sigur Jens og vísir eina gamla mynd, har hann er í ferð við at skera upp.
Rajani ? ein broyting
Starvið sum portørur broyttist so líðandi, men Jens heldur, at tann heilt stóra broytingin kom í 1971 við Gordon Rajani, yvirlækna. Hann var ortopediskur skurðlækni, og í eina tíð virkaði Klaksvíkar sjúkrahús sum eitt landssjúkrahús, tí alt tað ortopediska fór fram í Klaksvík. Tað er nakað, sum aftur er broytt í dag, men tá førdi tað munandi broytingar við sær inni á sjúkrahúsinum.
? Tá Rajani kom, broyttist alt nógv. Hann vildi hava okkum meira inni á sjúkrahúsinum og hjálpa til. Eisini inni á skurðstovuni, so tá byrjaði starvið at taka tann formin, sum tað hevur í dag, greiðir Jens frá.
Tá komu eisini hjól undir sengurnar og lyft kom eisini, so tað gjørdi flutningin inni á sjúkrahúsinum munandi lættari.
Starvið sum portørur var eisini sera bundisligt, tí tá ein hevði vakt, so noyddist ein at sita heima við telefonina. Ongin pippari var, so tá Jens fór heim ein fríggjadag klokkan fýra, og hann skuldi hava vakt, kundi hann so at siga ikki fara út. Í øllum førum ikki langt burtur frá húsum, og onkur mátti altíð vera har fyri at taka telefonina. Tí var tað ein stór kollvelting, tá pippararnir komu. Brádliga fingu tey, sum høvdu vakt, nógv fríari teymar. Tey kundu fara út og so at siga gera, sum teimum lysti uttan at hugsa um, at tey ikki vóru heima við telefonina.
? Pipparin gjørdi alt nógv lættari, sigur Jens. Men starvið hjá Jens gjørdi, at hann skuldi vera tøkur 24 tímar um døgnið. Og tí var pipparin serliga góður hjá honum.
Jens greiðir frá, at tá tað pippar, so er tað ikki altíð álvarsamt, men tað hoyra tey á pippunum. Er tað nakað akutt, so verður pippað tríggjar ferðir trý stutt pipp, og um tað ikki er akutt, so verður pippað tríggjar ferðir.
? Men ein ringir altíð inn at vita, hvat er á vási, tá tað pippar, sigur hann.
Hart sálarligt
At vera portørur ger, at ein kemur út fyri nógvum ymiskum. Og kanska serliga hugsa fólk nógv um, at ein portørur eisini fæst við deyð fólk. Tað eru jú teir, sum koyra sjúkrabilarnar og ofta eru millum tey fyrstu til eitt vanlukkustað. Tað hevur so við sær, at ein portørur sær mangt og hvat. Og verri enn so alt er so tespiligt.
? Tað er altíð trist, tá fólk doyggja í vanlukku. Og eftir so mong ár, sum portørur, so veitst tú av, at tú ongantíð kanst vita, hvussu hesin arbeiðsdagur fer at verða. Ella hvat ein kann koma út fyri, greiðir Jens frá.
? Tað er sálarliga hart, tí ein sær nógv trist, men tað venur ein seg við við tíðini. Um ein hevur ætlanir um at gerast portørur, so má ein gera sær púra greitt, at ein kann koma út fyri at síggja okkurt ógvusligt. Tað er bara so, sigur Jens beint út.
Jens sigur, at allar vanlukkur eru syndarligar. Men hann minnist tó eina, sum var øðrvísi enn hinar. Tað var tann vanlukkudag í desember í 1992, tá tyrlan datt niður á Borðoyavík og fleiri starvsfelagar hjá honum lótu lív.
? Tað var trist og hart at taka uppaftur, sigur hann rørdur.
Hann greiðir frá, at tey næstan eru givin at nýta tyrluna síðani tá.
? Fólk gjørdust bangin eftir ta vanlukkuna, so nú gongur tann allarmesti sjúkraflutningurin fyri seg eftir oyggj, sigur hann.
Einir 1.500 sjúklingar verða koyrdir um árið. Harav 200 á Landssjúkrahúsið og 30 á flogvøllin.
Men tað eru eisini gleðiligar hendingar. Jens hevur eisini upplivað, at tað hevur eydnast teimum at fáa lív í persónar aftur. Til dømis um ein hevur fingið hjartaslag, so hevur tað eydnast teimum at fáa lív í viðkomandi aftur. Og viðkomandi hevur so livað í mong ár afturat.
? Tað er ein serlig kensla av gleði, ein fær tá, sigur hann. Eisini hevur hann verið eftir barnakonu við sjúkrabilinum, sum hevði átt í køkinum, tá teir komu fram. Hendingarnar, vanlukkurnar og óhappini hava verið so mong í tali, at tað ber ikki til at nevna allar. Men Jens sigur, at ein gloymir tær ongantíð.
? Tær koma altíð aftur fram fyri ein, hóast ein ikki hugsar um tær til dagligt, sigur Jens, sum serliga minnist væl tað fyrsta líkið, sum hann var eftir. Og hann leggur afturat, at tað ikki vil siga, at ein gloymir tær vanlukkurnar, sum ein hevur verið úti til, tí tað kann ein ikki. Men ein lærir seg at liva við tí.
Framtíðin
Fyri tað um Jens ikki longur arbeiðir á sjúkrahúsinum og alment fer frá tann 1. oktober, so hevur hann ov mikið at gera. Hann er ikki bangin fyri, at hann fer at keða seg.
? Eg eigi nakað av jørð og seyði. Og eisini bát. Heilsuni bilar onki, so eg havi nógv at takast við, sigur hann smílandi.
Tá hann hyggur aftur á sína tíð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sær hann meginpartin av lívi sínum, tí har hevur hann verið størsta partin av tí. Jens er ein persónur, sum øll kenna og vita, hvør hann er. Hann hevur bæði beinini niðri á jørðini og er sera róligur. Alt eginleikar, sum ein portørur má hava. Tí at leypa í panikk, tað kann ikki brúkast til nakað í slíkum starvi. Tá er portørurin álitið. Og tað má Jens Jacobsen sigast at hava livað upp til øll hesi árini, hann hevur starvast sum portørur.
? Vit hava mest at gera, tá øll onnur hugna sær. Soleiðis er tað bara, og tað má ein bara taka við, um ein hevur ætlanir um at gerast portørur, sigur fráfarandi sjúkraflutningsleiðarin í Norðoyggjum at enda.