Messi sløkti seinastu vónina hjá City

Lionel Messi gjørdi enda á Manchester City í Champions League

Barcelona og Paris Saint-Germain eru saman við Atletico Madrid og Bayern Munchen víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League. Barcelona var til tíðir eitt sindur kroyst á Camp Nou, men vann 2-1, meðan PSG ongantíð hevði nakrar trupulleikar.

 

“Mission Impossible 2”

 

Soleiðis bleiv dysturin lýstur í Onglandi. Manchester City skuldi vinna við minst tveimum á útivølli móti Barcelona fyri at hava nakran møguleika fyri at koma víðari. Mission Impossible 1 var, tá teir í evstu løtu vunnu meistaraheitið við tveimum málum í yvirtíðini í 2012.

 

Við Sergio Aguero í álopinum varð vónað, at Manchester liðið kundi skaka katalanska risan. Í løtum kmu gestirnir úr Onglandi til góðar møguleikar, men hvørki Samir Nasri ella David Silva tóku av, tá teir fingu møguleikan.

 

Í hinum endanum hevði Barcelona bóltin nakað meiri og skuldi av røttum verið á odda 1-0, tá Neymar skoraði, men Jordi Alba bleiv dømdur rangstaddur í uppspælinum. Sjónvarpsmyndir vísa, at hetta helst var skeivt – hóast tað var ótrúliga tætt.

 

Avgerandi løtan kom í seinna hálvleiki, tá Lionel Messi revsaði eini verjuvillu hjá Joleon Lescott og lyfti bóltin í málið. Avrikið hjáLionel Messi var á góðari leið. Hann hevði fleiri góðar dribblingar og rakti millum annað eisini stongina.

 

Hinvegin gekk verri hjá Neymar, sum ikki livir heilt upp til heitið sum ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Hann bleiv útskiftur í seinna hálvleiki uttan at hava sett sítt mark á dystin.

 

Bæði Barcelona og Manchester City vildu hava brotsspørk í dystinum, men dómarin var ikki áhugaður. Pablo Zabaleta fekk sítt seinna gula kort nakað seinni og bleiv útvístur.

 

Móti endanum av dystinum javnaði Vincent Kompany, men bara minuttir seinni sló Dani Alves sigurin fastan fyri Barcelona.

 

PSG trygt víðari

 

Franska høvðusstaðarliðið hevði sum væntað ikki trupulleikar við at spæla seg víðari. 4-0 sigurin frá fyrra dystinum munaði væl. Bayer Leverkusen kom annars á odda tíðliga í dystinum, men tá Ezequiel Lavezzi legði PSG á odda 2-1 samstundis sum gestirnir úr Týsklandi fingu reytt kort, so var ikki meir at skriva heim um.

 

Champions League 1/8-finalur:

Í dag:

Barcelona (2) – (0) Manchester City 2-1 (0-0)

1-0         Lionel Messi, 67

1-1         Vincent Kompany, 89

2-1         Dani Alves, 90+1

Barcelona vinnur samanlagt 4-1

 

PSG (4) – (0) Bayer Leverkusen 2-1 (1-1)

0-1         Sidney Sam, 3

1-1         Marquinhos, 13

2-1         Ezequiel Lavezzi, 57

PSG vinnur samanlagt 6-1

 

Í gjár:

Bayern Munchen (2) – (0) Arsenal 1-1 (0-0)

1-0         Bastian Schweinsteiger, 54

1-1         Lukas Podolski, 57

Bayern Munchen vinnur samanlagt 3-1

 

Atletico Madrid (1) – (0) AC Milan 4-1 (2-1)

1-0         Diego Costa, 3

1-1         Kaka, 27

2-1         Arda Turan, 40

3-1         Raúl Garcia, 71

4-1         Diego Costa, 85

Atletico Madrid vinnur samanlagt 5-1