Messi fagnaður av áskoðarunum hjá hinum

Ligue 1: Lionel Messi spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri PSG, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg

Lionel Messi spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið hjá sær, Paris Saint Germain. Hann bleiv fagnaður av spælarunum og áskoðarunum hjá mótstøðuliðnum.

 

PSG vann í gjár 2-0 á útivølli móti Remis í fronsku landskappingini. Stóra hendingin var, tá Lionel Messi í seinna hálvleiki kom inn fyri Neymar Jr. Tað var hoyrdist fagnaður kring allan leikvøllin, og eftir dystin vildu fleiri spælarar hava myndir og autograf frá Lionel Messi.

 

Hetta er fyrsti dystur hjá Lionel Messi fyri annað felag enn FC Barcelona. Ein mynd, sum ferðast kring heimin í dag, er tann av Lionel Messi og soninum hjá málverjanum hjá Remis. Predrag Rajkovic hevði nokk ikki roknað við, at hann brádliga skuldi spæla móti argentinsku heimsstjørnuni í fronskum fótbólti.

 

##med2##

 

Stóri spælarin á vøllinum var annars Kylian Mbappé. Franski heimsmeistarin skoraði bæði málini í dystinum. Hann er annars settur í samband við Real Madrid, nú eitt ár er eftir av sáttmálanum. Kylian Mbappé hevur ikki ynskt at longt sáttmálan. Spurningurin er tí, um vit náa at síggja Kylian Mbappé, Neymar Jr og Lionel Messi á vøllinum í senn fyri PSG?