Merkel dregur í land

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði í dag, at tað kendist sum ein lætti, tá hon frætti, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden var deyður. Hetta er ikki sama orðalag, sum kanslarin brúkti um sama tilburð fyri nøkrum døgum síðani. Tá segði hon: ?Tað gleðir meg, at tað bar til at gera av við hann?, og tað hvassa orðalagið fekk fleiri at mótmæla, skrivar DPA.

-Osama bin Laden var oddamaður hjá altjóða yvirgangsfelagsskapum, og tað eigur at vera ein lætti hjá okkum øllum, at hann ikki fær gjørt størri skaða, segði Angela Merkel í samrøðu við týska blaðið Passauer Neue Presse í dag.