Mercedes ML - í klassa fyri seg

Á bilasøluni, Ivan Johansen Bilar, hava teir nú fingið tann fyrsta Mercedes-Benz ML. Bilurin hevur verið gjørdur í USA síðan 1997. Nú verða teir eisini gjørdir í Eysturríki til evropeiska marknaðin

Mercedes-Benz ML er ein bilur, sum fleiri aðrar bilverksmiðjur hava brúkt sum fyrimynd. Bilurin hevur verið gjørdur í USA síðan 1997. Í 2000 fingu teir eina "facelift", tá teir t.d. fingu nýggjar lyktir, kúfangarar og blivu meira luksuskendir innan. Nú verða teir eisini gjørdir í Eysturríki til evropeiska marknaðin. Í USA er høvuðskappingarneytin BMW X5. ML er ein bilur við góðum koyrieginleikum, og eini fjaðraskipan sum ger, at bilurin er sum ein persónbilur at koyra. Bilurin hevur ikki fastar akslar, men øll fýra hjólini er óbundin hvørt av øðrum. Eisini hevur hann nógvar hentleikar til koyring uttan fyri vanliga koyrivegin, sum t.d. á ósløttum og brøttum undirlendi. ML hevur t.d. permanent trekk á øllum fýra hjólunum og 4ETS traktion-skipan, sum ger at um eitt, tvey ella trý av hjólunum missa vegtakið, syrgir skipanin fyri at bremsa teimum hjólunum, sum hava mist vegtakið og styrkja momentið á teimum hjólunum sum hava "fast undir fótum". Skipanin gevur eisini aðrar fyrimunir t.d. í svingum. Eisini hevur ML eina aðra skipan,"Low Range", sum hjálpir væl til, tá bilurin skal niðan gjøgnum brættlendi og eisini í omanbrekku, tá bremsar og stýrir hann væl, hóast okkurt av hjólunum missir takið á vánaligum undirlendi. Stóra fríhæddin ger eisini sítt til, at bilurin klárar seg so væl.

Standard og eykaútgerð

Í hesi nýggjastu útgávuni er Mercedes-Benz ML vorðin ein sannur luksusbilur, serliga innan, har er alt, sum man kann vænta sær av einum slíkum bili. Klimaanleggið kann stillast, soleiðis at hitin ikki er eins hjá teimum, sum sita aftan og framman. Trygdarútgerðin er innbygd í bilin sum t.d. hevur elektroniska stabiliseringsskipan, (ESP), elektroniskan bremsuassistent (BAS), elektroniskan bremsukraftdeilara (EBV) og airbag framman, í síðunum og gardinairbag. ML hevur nógva útgerð sum standard, men hann fæst eisini við hópin av eykaútgerð, sum t.d. Parktronic, sum sendir ultraljóð-signal, soleiðis at bilførarin altíð veit, hvussu nær hann er við nærmasta bil ella aðra forðring, eisini fæst hann við Bi-xenon forlyktum og eini framkomnari Bose-Sound skipan við 9 hátalarum. Motorurin í hesum bilinum er ein 4,0 litur V8 við 250 hk.


Mercedes-Benz ML 400 CDI

Motorurin 4,0 litur V8 turbodiesel við 250 hk

0-100 km/t8,1 sek

Dekkstødd 275/55-17

Stødd og vekt
Longd459,0 cm
Breidd183,0 cm
Hædd178,0 cm
Eginvekt2335 kg
Totalvekt2870 kg
Viðførisrúm613 litrar

PrísurKr. 332.000,- fyri (ML270 CDi) uttan MVG

SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo