Mercedes kappast við London Taxi

Teir svørtu London Taxi fáa nú kapping frá Mercedes Vito sum hýruvognar í enska høvuðsstaðnum. Teir umleið 21.000 svørtu London Taxi, sum eru ímyndin av London og eru eins væl kendir og t.d. Tower Bridge, fáa nú kapping frá Mercedes-Benz.

Í hesum árinum skal Mercedes verksmiðjan Daimler AG lata 500 nýggjar svartar taxa-útgjørdar Mercedes Vito, sum koma ístaðin fyri teir vanligu svørtu London Taxi.

Fyrimunir við Mercedes-Benz Vito taxabilunum eru t.d. at teir eru væl rúmligari og kunnu uttan nakað hóvasták taka ein koyristól uppí, umframt at teir eisini hava nýggjar reinar og økonomiskar dieselmotorar.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum