Mentunarleiðari á motorsúkklu

Millum gestirnar á Nordvesten í Klaksvík og Fuglafirði fyrst í juli, verður mentunaleiðarin í Tynset í Noregi. Hansara frítíðarítriv er motorsúkklur, og hann kemur hendanvegin á síni súkklu

Jon Ole Hokstad er farin um tey seksti. Hann má sigast at hava eitt heldur øðrvísi frítíðarítriv fyri ein mann á hansara aldri. Hann er ein av 10 limum í einum motorsúkklubólki, sum heldur til í Tynset í Noregi. Hesin bólkurin kallast Kjeller´n MC, og hesir hava allir hvør sína motorsúkklu, sum teir hjúkla um gjøgnum veturin.
Og hóast hann kemur sum tann einasti til Føroyar úr hesum motorsúkklubólkinum, so tekur Jon Ole Hokstad sína motorsúkklu, ein Roial Enfield frá 1949 úr India, við.
Teir hava fyri stuttum koyrt ein túr niður til St. Pætursborg í Russlandi. Ein teinur upp á 2.148 km. Túrurin gekk upp á stás hjá teimum øllum, og teir komu fram í øllum góðum.
Jon Ole Hokstad sigur, at tað var eitt ótrúligt upplivilsi at koma koyrandi eftir høvuðsgøtuni í St. Pætursborg. Henda gøtan er 4 kilometrar til longdar, og teir steðgaðu við vetrarpalassið hjá zarinum.
Jon Ole er ein fittur, hugnaligur og skemtiligur maður, sum hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Fleiri ferðir hevur hann ferðast, har tummilin hevur verið "ferðatólið", og hann er ikki bangin fyri at royna nakað nýtt og spennandi
Umframt at vera mentunarleiðari í Tynset, so er hann eisini limur í stýrisbólkinum fyri Nordøsterdalen til hesa Nordvestenstevnuna.
Sambært stýrisbólkinum so gleða norsku gestirnir seg avbera nógv til at koma til Føroyar. Fleiri av teimum hava ikki verið í Føroyum áður, og í skrivi til Klaksvíkar kommunu siga tey, at fyri tey, sum búgva í Nordøsterdalen er tað nakað heilt serligt at kunna koma til Føroyar, sum hava sjógv rundan um seg.
? Vit búgva so langt vekk frá havinum, sum tað ber til í Noregi, so vit eru sera spent, siga tey í stýrisbólkinum.
Úr Nord-Østerdalen, sum fevnir um býirnar Folldal, Alvdal, Tynset, Os, Tolga og Røros koma eini 250 fólk. Har verða fólkatónleikarar og dansarar, ungdómssjónleikarabólkur, sum fer at framføra ein lítlan leik, listamálari og eitt hornorkestur. Somuleiðis verða normenn eisini umboðaðir á máltinginum, sum er høvuðsheitið á Nordvesten í ár. Tað koma tveir normenn við at halda fyrilestur um tað norðurlendska málið.