Mentunarhúsið í Fuglafirði

Leygardagurin 29. juni var fyri meg ein stórhending, tí mentunarhúsið í Fuglafirði varð alment tikið í brúk. Søgan er long, og tí verði eg noyddur at krympa hana ein heilan deil.

Hugleiðing

Í Fuglafirði høvdu vit spælt sjónleik, síðani vit vóru smábørn av og til, men felag var einki, her vantaði ein nýggj innspræning fyri at koma víðari. So kemur ein fittur og skilagóður maður Arnold Abrahamsen frá Strondum, og verður settur sum lærari í bygdini. Hann giftist fuglfjarðar gentu og verður verandi. Tað gekk ikki long tíð, so stovnar Arnold eitt sjónleikarfelag, minnist meg rætt, gjørdist eg limur dagin eftir. Endamál felagsins var at skapa ans fyri sjónleiki og at útvega pening til eitt nýtt hús, men fyrst máttu vit hava fyribils hølir at framføra í. Gamla dansistovan var síðani keypt og innrættað av nýggjum við smærri broytingum útvendiga. Um somu tíð var kommunan komin í knípi, tí framhaldsdeildin var komin til bygdina, men tað var eingin fimleikarhøll í skúlanum, og hon mátti útvegast í stundini ella kom kommunan at missa framhaldsdeildina. Eg sá tað ikki tá, men í dag dugi eg at síggja tað, at har sum nakað er frammanundan, har nørist altíð aftrat. Í dag er bæði studentaskúli og handilskúli í kommumuni. Men fara myndugleikarnir fyrst at taka burtur av, so kann hetta gerast ein skrúva uttan enda, tí fyrst fór expeditiónin, síðani gjaldstovan, síðani tollstovan og til seinast sýsluskrivstovan og løgreglan, og vit skulu ikki gera okkum nakrar vónir at fáa nakað aftur, fyrr enn vit eru ein suverenur statur. Rom var ikki bygt eftir einum degi, og leingi er tað í væl skal vera.

Menn, sum hava verið við í grindarakstri, hava lagt til merkis, at tá ið kvessingur er í grindini, so er hon ikki at fáast við. Soleiðis kunnu ótangar stinga seg upp millum ungdómin, teir eru fáir, men teir kunnu gera nógv um seg. Tá ið eg var formaður í sjónleikarafelagnum, tá vóru einaferð 12 WC kummir brotnar í 12 mánaðir. Hesin formaðurin, Eyðun Hansen, hevur verið so hyggin, at hann hevur keypt tær úr rustfríum stáli, og tað skal hann hava stóra tøkk fyri. Nú skal eg fortelja tykkum eina lítla søgu. Sama kvøldið sum Sigfríður Vørðhamar varð valdur til borgmeistara, ringdi eg hann upp, yngsti honum tillukku og bað hann bera so í bandi, at vit fingu húsið niðanfyri gomlu dansistovuna. Hann svaraði, at hann kundi ikki gera tað av, men hann skuldi arbeiða, hvat hann kundi fyri málinum, og nú stendur húsið har. So í mínari verð eigur Sigfríður sum tá var myndugleikin ta størstu tøkkina. Frammanundan átti felagið grundstykki omanfyri Føroya Banka. Bankin hevði asfalterað sær eitt stórt øki burturav grundstykkinum uttan nakað loyvið frá felagnum. Tá ið eg á einum fundi nýliga spyrji nevndina, hvussu tað var vorðið við grundstykkinum, varð mær upplýst, at bankin hevði keypt alt økið fyri 100 túsund kr. Nú, tá ið bankin noktaði at lata nýggja húsinum eitt oyra í láni, fari eg at ivast í, um salgið er endaligt, tí eg siti við skjødinum í hondini, meðan eg skrivi hesar linjur. Eg vildi mett, at 500 túsund var hóskandi virði fyri keyp og ógoldna leigu. Tað fíggjarliga, sum eg havi innlit í, var, at sjónleikarfelagið átti 1 mill. sum síðani gekk saman við bygdarfelagnum, so nú vóru 1,5 mill í kassanum. Løgtingið letur síðani 1 mill. so nú eru 2,5 mil. Hetta var mitt í kreppuárunum, men samstundis var kostnaðurin lítil, langt niðanfyri tað normala, men tað helt stoypivirkið við Gjógv gangandi til betri tíðir. Seinni hevur kommunan játtað 500 túsund um árið í 3 ár, og Norðoya Sparikassi lánti síðani 2 mill. Nú eru 6 mill. Hvussu nógvan pening tær seinnu nevndirnar hava savnað inn er mær ókunnugt, men tiltøkini hava ikki verið so fá, so við góðum húsarhaldi hevur hetta ikki givið so lítið.

Orsakað, nú má eg sløkkja telduna, tí eg skal í teatur at lurta eftir ? Det Danske Drengekor?. Eg síggi, at her eru nógvar mammur við børnum, rúm er fyri øllum, so børnini sleppa frítt. Hetta er ein góður skikkur og børnini eru framtíðin, og tað eru tey, sum koma at njóta húsið. Takið tey við til góða føroyska mentan, latið tey ikki stirðna framman fyri videomyndum á sjónvarpsskíggjanum. Sjálvur hevði eg hoyrt kórið í kirkjuni, og eg helt tað vera so einastandandi, at eg mátti fara aftur, og nú var tað ikki minni gott við Føroya flottasta flyguli.

Niels Midjord, hesin spakføri og lítillátni eingangarin, hevur teknað og gjøgnumtonkt hvønn evarka lítlan lut í húsinum, so í fólkinum kemur Niels at liva allar ævir. Hvørjum skulu vit takka: eru tað Ingun Olsen og Marita Øre, sum stóðu uppi undir loftinum og málaðu fyri onga løn og allar hinar ónevndu, sum løgdu rygg til og menn sjálvandi, tí uttan hesa hjálp var ikki komið so langt. Eg kenni ikki hendan nýggja leiðaran, men eg veit, at hann er av góðum bergi brotin, og mín bøn er, at mentunarhúsið verður lagt undir vernd teirra vitjandi.

Hans J. Hansen