Mentanin má samskipast

Ein av býunum við einum sera virknum mentanarlívi er Fuglafjørður. Fyri at styrkja hesa mentanina enn meiri er spurningurin, um ikki er neyðugt at seta samskipara í starv.

Hetta kom í øllum førum fram, tá Fuglafjarðar kommuna skipaði fyri einum trivnaðardegi í farnu viku.

Millum tey sum góvu sítt íkast til dagin var Sámal Matras Kristiansen,

samfelagsfrøðingur, sum kom við fleiri ítøkiligum hugskotum í hesum sambandi.

Eitt av uppskotum hansara var at kommunan setir í starv ein samskipara av øllum mentanarlívinum í býnum. Hesin skal arbeiða við fleksiblum arbeiðstíðum og eisini við fleksiblum arbeiðsuppgávum.

- Talan má verða um eina ?høgguslokkatypu?, ið dámar væl at fáast við sera ymisk fólk og sera ymiskar uppgávur, vísti Sámal Matras Kristiansen á.

Hann nevndi eisini týdningin av at tosa ta lokalu mentanina upp, og soleiðis gera vart við mentanartilboðini sum í stórum tali finnast í kommununi.

- Tað hevur avgjørdan týdning, at halda mentanina sjónliga, bæði í lokalsamfelagnum og úteftir, vísti hann á.

Og Fuglafjørður hevur veruliga eitt stað at savna ein part av øllum hesum, nevniliga Mentanarhúsið mitt í býnum. Sámal vísti á, at hetta hús eigur grundleggjandi at

drívast sum eitt aktivitetshús, ið lokalir mentanarfelagsskapir kunnu gagnnýta til

serlig tiltøk, tá felagshølini verða ov trong.

- Tað skal vera ómakaleyst og bíligt, kanska ókeypis at koma inn í húsið, - ja feløgini eiga at kenna seg vælkomin, vísti Sámal Matras Kristiansen á.

Nú er so upp til kommununa at arbeiða víðari við hesum heilt ítøkiligu uppskotunum.