Tað verður Sæunn Ó. Hansen, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum í morgin - sunnudagin - klokkan 17 fer at lata upp mentanartjaldið uttan fyri Orkis og Shop In á Glyvrum.
Eftir at tjaldið alment er latið upp, verður livandi tónleikur.
Nógv ymisk tiltøk verða í mentanartjaldinum alla vikuna, nú stór mentanarvika annars verður í Runavíkarøkinum.
- Mánakvøldið komandi verður mótakvøld, og týskvøldið verður "krás úr køkinum hjá Oddvør". Oddvør Skarðhamar fer at borðreiða við lekrum mati, siga fyrireikararnir.
Lagt verður aftrat, at hóskvøldið í næstu viku verður havaframsýning, har Orkis fer at sýna fram ymiskt av sínum útboði, og framsýningin verður at síggja alla mentanarvikuna.
Fríggjadagin í næstu viku verður fiskamarknaður í mentanartjaldinum, har feskur fiskur kann keypast, og leygardagin fara skótar at skipa fyri kondibingo.