Mentanarsamstarv millum Føroyar og Hetland

Føroyar og Hetland hava undirskrivað eina samstarvsavtalu á mentanarøkinum. Avtalan fevnir um mentan, list, ítrótt, barna- og ungdómsarbeiði og gransking. Fyrstu samstarvsevnini verða eftir øllum at døma ein granskingarráðstevna um Dr. Jákup Jakobsen og ein kapping í ymiskum ítróttagreinum í Hetlandi komandi summar

Landsstýrismaðurin í Mentamálum,Annita á Fríðriksmørk, og umboðið fyri Shetland Islands Council, Edward Knight, skrivaðu seinnapartin mánadagin undir eina samstarvsavtalu innan mentan millum Føroyar og Hetland. Endamálið við avtaluni er at menna og styrkja mentanarliga samstarvið sum millum londini bæði.
Avtalan er í samráð við tær politisku ætlanirnar í Norðurlandaráðnum um, at norðurlendskt samstarv skal víðkast til eisini at fevna um grannarnar fyri sunnan og vestan. Samstarvsavtalan millum Hetland og Føroyar er gjørd fyri at skapa gróðrarbotn fyri størri samstarvi innan mentanarøkið sum heild.
Mentan, list, ítrótt, barna- og ungdómsarbeiði og gransking eru evnir, sum londini fara at samstarva um í framtíðini. Mentanaravtalan millum londini bæði er ikki tíðaravmarka, men verður endurskoðað so hvørt.

Ítróttur og Dr. Jakobsen
Mentamálaráðið og Shetland Islands Council hava avgjørt, at á hvørjum skulu ávísar verkætlanir raðfestast høgt. Í løtuni eru verkætlanarevnini ikki komin endaliga upp á pláss.
Kortini eru tvey samstarvsevni, sum longu nú liggja pørtunum nær. Ein granskingarráðstevna í Hetlandi í 2005 um Dr. Jákup Jakobsen og ein fyrireikandi kapping millum Hetland og Føroyar innan ymiskar ítróttagreinar í 2004. Í 2005 skipa hetlendingar fyri Oyggjaleikum, og teir vilja gjarna royna seg ímóti føroyingum longu komandi summar.
Hetlendingurin, Brian Smith, ið starvast á National Archives í Hetlandi, sigur seg verða ovurfegnan um, at føroyingar og hetlendingar fara at samstarva um granskingarverkætlanina um Dr. Jákup Jakobsen.
? Dr. Jákup Jakobsen er ótrúliga væl dámdur og nógv virdur í Hetlandi. Virðingin fyri honum er eins stór sum í Føroyum, og samstarvsavtalan millum londini er ein frálíkur møguleiki at vísa honum ta virðing, hann hevur uppiborið, sigur Brian Smith.
Á sumri í 2005 er ætlanin at skipa fyri eini granskingarstevnu um Dr. Jákup
Jakobsen. Stevnan verður grundarlag fyri eini vísindaligari útgávu um Dr. Jákup Jakobsen, sum í mong ár búði í Hetlandi. Ætlanin er, at felags granskingarstevnan millum hetlendingar og føroyingar verður hildin í Leirvík á sumri 2005.

Royna umstøðurnar
Á sumri 2005 skipa hetlendingar fyri fyrstu ferð fyri Oyggjaleikunum. Í samband við leikirnar eru stórar íløgur gjørdar í ítróttaøki, og sum liður í fyrireikingunum til teir veruliga Oyggaleikirnar í 2005, vilja hetlendingar hava føroyingar at royna umstøðurnar komandi summar.
Tað er framvegis ikki avgjørt, hvørjum ítróttagreinum kappast verður í. Sølvi Reinert Hansen sigur, at tað verður upp til tey ymisku sersambondini í Føroyum, um tey eru áhugað í, at kappast móti hetlendingum komandi summar.

Munagott samstarv
Bæði landsstýrismaðurin í Mentamálum, Annita á Fríðriksmørk og umboðið fyri Shetland Council, Edward Knight, eru á einum máli um, at nýggja samstarvsavtalan fer at gera góðan mun.
? Vit hava eina langa søgu við ymiskum samstørvum, tað verið seg fótbólt og nú Norrøna, og at vit nú hava eina formliga avtalu, er rættiliga týdningarmikið, sigur Edward Knight.
Hann væntar, at innan serliga vinnulív fara londini at fáa eitt umfatandi samstarv. Edward Knight vísir á, at longu nú samstarva Føroyar og Hetland innan oljuvinnuna, og góður møguleiki er fyrim at londini eisini fara at hava samstarv á fiskivinnuøkinum.
Annita á Fríðriksmørk heldur tað er av stórum týdningi, at føroyingar fara at samtarva við onnur lond, enn vit eru von við, tí tað letur upp nýggjar dyr.
? Tað kann tykjast løgið, at henda avtala ikki er komin í hús áður, tí Hetland er eitt upplagt samstarvsevni, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Hon leggur afturat, at samstarvsavtalan er ein liður í ætlaninum hjá føroyingum at menna samstarvið við vestnorrønu økini.