Mentanardagar í Fuglafirði settir

Mánakvøldið vórðu Mentanardagarnir í Fuglafirði, settir av Sonna á Horni, borgarstjóra

Mánakvøldið vórðu Mentanardagarnir, sum eru 8. til 14. september í Fuglafirði, settir av Sonna á Horni, borgarstjóra. Hann eftirlýsi og kom við hugleiðingum um, hvat mentan er, og lat upp fyri eini rúgvusmiklari skrá, sum øll kundu njóta gott av, so ymisk, sum skráin var.

 

Setanin var í hálvsetta Mentanarhúsinum, har eitt væl upplagt Fuglafjarðar Hornorkestur spældi, Fuglafjarðar Sangkór sang og Hergeir Eldevig, samskipari, greiddi frá skránni, sum strekkir seg frá gonguferðum, upplivingum í gamla og nýggja svimjihyli, kassabilakoyring, konsertum og framsýningum.

 

Hergeir Eldevig sigur, at fyrireikingarnar í ár hava gingið væl og at tað legst til á skránni. Serliga fram móti vikiskiftinum verður skrúvað meir á mentanarknøttarnar við ymiskum spennandi á skránni - Leygardagurin endar við eini ókeypis konsert við Gretu Svabo Bech, BYRTA og LittleFish.

 

Vit stukku inn á gólvið í Høvdahúsunum, sum hava ferðast víða. Frá Lamba vórðu tey sett uppaftur Uppi við Garð í Fuglafirði eina tíð, síðani norður á Høvda, tikin av grundini í heilum líki fyri nøkrum árum síðan, sett inn á gólvið í eini av hallunum á Kamsdali, har tey vórðu sett í stand og so fyri fáaum árum síðan sett aftur omanfyri Bókasavnið – ein deilig tekning, sum Jákup Olsen hevur teknað fyri nógvum árum síðan av Jacob, vanliga nevndur Skáli hekk í gongini. Ein vísur skilamaður, sum var ein bygdamynd.

 

Jú, her var hugnaligt at minna seg á gamlar dagar, tá ið man sum smádrongur onkuntíð var inni á gólvinum hjá honum.

 

Høvdahúsini eru bygd í 1804, og eru sostatt elstu hús í býnum. Fuglafjarðar Fornminnisfelag eigur tey, og virka tey sum fornminnasavn.

 

Ellisakfør í egnum hølum og so gomlu bátarnir undir Piddasa Handli – ajú, tað er ein heilur hópur at fara til - Kunning teg um mentanardagarnar á nýggju facebooksíðuni facebook.com/mentanardagar og umvegis mentanarsíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu mentan.fuglafjordur.fo
 

 

Myndir: Dávur Winther