EIN tjóð - eitt land - eitt fólk - byggir í stórum á tess egnu mentan og ta vinnulív, sum finst í landinum, og er hetta ikki minst galdandi fyri eina lítla tjóð sum okkara. Vit eru fá, og hóast heimurin er vorðin minni og minni, so liggja vit enn í útjaðaranum. Hetta hevur bæði fyrimunir og vansar við sær. Spurningurin er, hvussu vit megna at brúka hesa ?fá?støðu og hesa fjarstøðu til okkara fyrimun - til nakað gott - nakað skilagott!
TAÐ er greitt, at einsamøll og isolerað koma vit at standa veik, tí er sambandið og samstarvið við umheimin av alstórum týdningi. Men til tess at menna okkum sum fólk og til tess at taka ábyrgd av egnum landi og gerðum, so mugu vit eisini hjúkla og stimbra um tað vit hava, og tað vit kunnu gera enn betri her heima hjá okkum sjálvum - við tí tilfeingi vit eiga rættin til - tað verið seg menniskjanligt og við atliti til framleiðslu av ymsum slag.
TAÐ er greitt, at mentanin og vinnulívið - hóast hesi kunnu tykjast so ymisk og mótstríðandi - nettup hvør í sínum lag og saman eru tveir týðandi lunnar, sum bera okkara samfelag. Og hetta átti tí eisini at verið avspeglað í miðlunum. Sosialurin, sum hevur viðgjørt hesi bæði málsøki í mong ár, ætlar sær nú at gera enn meira burtur úr. Hetta tí at tað er rætt og skilagott, men eisini tí, at nettup ein fortreyt fyri einum útviklingi í Føroyum, har vit fáa meira sjálvstýri ella fullveldi, er ein virkin og livandi mentan eins og eitt sunt og virkið vinnulív.
VIT leggja í blaðnum í dag fyri við eini greinarøð, ið skal vera okkara og lesarans íkast til ynski um at orða ein føroyskan mentanarpolitikk at virka frá næstu øld. Vit fara at hava samrøður við fólk heima sum burturi um hetta áhugaverda og viðkomandi evnið, men vit fara her at heita á fólk, sum hava áhuga fyri málinum um eisini sjálvi at seta seg í samband við okkum, tað verið seg um hugskot til okkum at fara víðari við ella tit koma við tykkara egnu viðmerkingum. Skulu vit øll fáa nakað ítøkiligt burtur úr hesum at orða ein mentanarpolitikk, so eiga flest øll eisini at verða við í orðaskiftinum. Tað má ikki blíva so, at tað bara vera okkara politikarar, sum mynda slíkt orðaskifti.
TÁ talan er um vinnulívið eru fortreytir og mál júst tey somu. Síðuleypandi við mentanartjakið fara vit á blaðnum tí eisini at viðgera ein føroyskan vinnulívspolitikk. Og í báðum førum fer hetta at verða merkt av, at okkara blaðfólk í sínum dagliga arbeiði fara at gera meira burtur úr umrøddu málum. Men tað besta, sum kann henda, er, um vit fáa lesaran tvs. Føroya fólk við í hesa prosessina, har tað av álvara verður sett fokus á mentan og haraftrat vinnulív. Áhugaverda greinarøðin hjá Ronnie Thomassen og Gesti Hovgaard her í blaðnum í desember 98 var partur av íkasti okkara um at orða ein framtíðar føroyskan vinnulívspolitikk.