Í dag er mentan aftur í Sosialinum. Í Mentan ber til at lesa, hvussu tær fimm fantastisku songkvinnurnar í Kata seta orð á røddirnar hjá hvørji aðrari.
Lív Maria Róadóttir Jæger skrivar áhugaverda hugleiðing læring og list. Vit sleppa at hyggja inn í tann velduga bygningin hjá BankNordik millum Hálsatjørn og R. C. Effersøesgøtu, sum hevur reist seg yvir Havnina.
Knút Háberg Eysturstein hevur tosað við Fred Ruddick, sum er farin til Miðvágs at gera tónleik og heldur, at vit eru totalt frammanfyri.
Ingun í Skrivarastovu hevur tosað við vitandi filmsentusiastin Rúna Friis Kjær um filmsárið 2014. Vár í Ólavstovu hevur viðgjørt opus 6 eftir Petur Pólson og Hanus Kamban ummælir krimiskaldsøgan Zapatista eftir Duritu Holm.
Barnamentanarsíðan er aftur á tremur við spennandi tilfari til børn og teirra foreldur, á bókasavnsíðuni er eisini íblástur at fáa, og so hevur Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari, gjørt eina sera flotta plakat, sum kann takast úr blaðnum og heingjast upp heima.