Mentamálaráðið heldur okkum fyri tað turra spott

Fær Mentamálaráðið sín vilja, verður eldrarøktin í Føroyum sett nógv ár aftur í tíðina, sigur Ása Olsen, forkvinna í heilsuhjálparafelagnum

Eldrarøkt og útbúgving
 

- Mentamálaráðið hevur hildið okkum fyri tað turra spott.
Àsa Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum hvørki vil ella kann góðtaka framferðina hjá Mentamálaráðnum.
- Mentamálaráðið er í ferð við at oyðileggja heilsuútbúgvingarnar í Føroyum og tað vilja vit ikki finna okkum í, sigur hon.
Rættiligt stríð hevur tikið seg upp ímillum Heilsuhjálparafelagið og Mentamálaráðið um framtíðina hjá heilsuútbúgvingunum í Føroyum.
Og Heilsuhjálparafelagið tekur málið so álvarsliga, at tey hava skrivað hvørjum einstøkum tinglimi og hvørjum landsstýrismanni skriv í eini roynd at steðga mentamálaráðnum.
-Vit hava áður roynt at fáa svar frá mentamálaráðnum, men tey øna okkum ikki aftur, sigur hon.
Tað, sum felagið sipar til, er uppskotið, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, legði fyri tingið tíðliga í vár um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
- Hetta er ein lóg, sum ein arbeiðsbólkur hjá Mentamálaráðnum hevur arbeitt við síðani í mai 2003 og har endamálið var at endurnýggja lógina um útbúgving til heilsuhjálpara og heilsurøktara, sigur Àsa Olsen
- Endamálið hjá arbeiðsbólkinum var, at talan skuldi vera um tvær beinleiðis yrkisførleikagevandi útbúgvingar, eina eitt árs heilsuhjálparaútbúgving og eina longri heilsurøktaraútbúgving. 
Men hon sigur, at nú mentamálaráðið er í ferð við at orða kunngerðirnar, sum útbúgvingarnar skulu vera eftir, er ætlanin, at heilsuhjálparaútbúgvingin ikki skal vera ein yrkisførleikagevandi útbúgving, men einans skal vera eitt fyrireikandi støðisár til eina a longri útbúgving.
- Tað merkir, at tey, sum bara taka tað eitt árs longu heilsuhjálparaútbúgvingina, skulu ikki longur kunna brúka hana til at søkja sær arbeiði við á sama hátt sum nú, men einamest kunnu brúka hana sum eina fyrireiking til eina longri útbúgving.
Ása Olsen sigur, at tey hvørki vilja ella kunnu góðtaka, at mentamálaráðið ætlar at redusera heilsuhjálparaútbúgvingina til eitt støðisár.
- Heilsuhjálparaútbúgvingin er ein beinleiðis førleikagevandi yrkisútbúgving og kann tí als ikki líknast við eitt støðisár.
Forkvinnan í heilsuhjálparafelagnum sigur, at í Føroyum hava vit onki, sum eitur eitt støðisár í hesum sambandi, akkurát, sum tey hava í Danmark.
-Tað mettu vit vera óneyðugt, tí tey flestu hava 10. flokk. Í Danmark var støðisárið gjørt til tey, sum komu úr 9. flokki og tað er nakað annað. Har hava tey eitt støðisár, áðrenn tey fara undir heilsuhjálparaútbúgvingina.
Ása Olsen sigur, at tey føla seg hildin fyri gjøldur, nú mentamálaráðið er farið at meta heilsuútbúgvingarnar sum eina vanliga miðnámsútbúgving ístaðin fyri at meta tær sum tvær sjálvstøðugar útbúgvingar.
- Vit hava brúkt nógva orku og tíð við at sita í hesum arbeiðsbólki fyri at gera eitt so gott lógaruppskot sum gjørligt.
- Og lógin, sum nú er samrtykt,  nevnir als onki um nakað støðisár, so vit vilja hava at vita, hvaðani mentamálaráðið hevur fingið hetta støðisárið frá, sigur Ása Olsen.
Hon vísir á, at tey næstu 15 árini fara eini 250 fólk úr starvi fyri aldur og hjá heilsurøktarafelagnum er støðan nakað tað sama.
- Skal heilsuhjálparaútbúgvingin nú avtakast og gera hana til eitt fyrireikandi støðisár, verður støðan í eldraøkinum nógv verri, enn hon var, tá ið útbúgvingin varð sett á stovn fyri fimm árum síðani.
Hon minnir á, at útbúgvingin varð sett í gongd í Føroyum, tí at tørvurin á útbúnum fólki var sera stórur og tað er hann enn.
- Og  síðani útbúgvingin kom, er øll eldrarøktin lyft upp á eitt nógv hægri støði við hesi útbúgving, sigur Ása Olsen.
- Er støðan tann, at ein ætlar at fara aftur til støðuna, ið var áðrenn nøkur útbúgving var í Føroyum, eigur mentamálaráðið at siga tað greitt og pakka tað inn soleiðis, leggur hon afturat.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking úr Mentamálaráðnum í hesum umfari.