- Málið hevur ongantíð verið á mínum borðið. Alt bendir á, at danski undirvísingarmálaráðharrin Bertel Haarder ikki hevur kunnað meg um broytingina, og hetta er í stríð við alla vanliga mannagongd, tí ein og hvør broyting, sum viðkemur okkum, skal sendast okkum til hoyringar, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri.
Hóast danska Undirvísingarmálaráðið saman við danska Journalistháskúlanum broytti reglugerðina um upptøkukrøv fyri føroyskar umsøkjarar tann 6. mars í ár, er Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, ikki kunnaður um málið fyrrenn í seinastu viku. Tað var Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, sum kunnaði hann um málið í innslagi á middegi leygardagin, og Jógvan á Lakjuni sigur seg taka í álvara, at tvey sjálvsøgd pláss fyri føroyingar á Journalistháskúlanum í Århus nú eru horvin. Samstundis undrast hann á, at málið ikki er sent Mentamálaráðnum til hoyringar, soleiðis sum vanlig mannagongd áleggur.
- Eg vil fegin viðurkenna, at tað er ov vánaligt, at eg ikki eri kunnaður um eina broyting, sum kann fáa avleiðingar fyri føroyska fjølmiðlaheimin. Men danska Undirvísingarmálaráðið hevur eftir øllum at døma ikki boða nøkrum frá, tá teir broyttu kunngerðina. Hetta er ein akuttur trupulleiki, sum eg fari at taka upp í nærmastu framtíð, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri.
Kringvarpslógin
Fyrst ynskir hann at viðgera málið saman við egnari umsiting. Síðani fer hann at taka málið upp við danska undirvísingarmálaráðharran Bertel Haarder, tá hesir hittast um tvær vikur í sambandi við yvirtøku av føroysku fólkakirkjuni. Og í triðja lagi fer hann at kalla føroyskar redaktørar saman til fundar í Mentamálaráðnum.
- Eg eri eg positivt sinnaður at seta á stovn føroyska journalistútbúgving. Beint undan summarsteðginum skoytti løgtingið uppí kringvarpslógina, at redaktørar hava skyldu til at syrgja fyri einum høgum fakligum støði. Ein slík samtykt áleggur okkum at liva upp til hesa orðing, sigur Jógvan á Lakjuni.