Mentamálaráðharrin tilnevnir allar limirnar

Mentanargrunnur Landsins verður stjórnaður av nevnd við 5 limum, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tilnevnir. Tveir av nevndarlimunum og tveir av varalimunum skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

Nú er so kunngerðin um Mentanargrunnur Landsins komin og smb. kunngerðini kann Mentanargrunnur Landsins eftir umsókn stuðla bóka- og fløguútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum.

Smb. kunngerðiniu verður Mentanargrunnur Landsins stjórnaður av nevnd við 5 limum, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tilnevnir. Landsstýrismaðurin tilnevnir 5 varalimir. Tveir av nevndarlimunum og tveir av varalimunum skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtanina á fíggjarløgtingslógini og aðrar inntøkur.

Starvsløn

Viðvíkjandi starvsløn, so er endamálið við starvslønunum at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.


Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár, 2 starvslønir galdandi í 1 ár umframt starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðar. Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt játtanarár ikki verða meira enn helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins.

Íverksetanarstuðul

Viðvíkjandi Íverksetanarstuðu, so sigur kunngerðin, at endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði.

Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga, og verður upphæddin árliga lagað til sambært prístalinum hjá Fíggjarmálastýrinum. Íverksetanarstuðul kann bert latast sama persóni eina ferð og í mesta lagi fyri tvey ár.

Viðvíkjandi stuðli til ymiskar verkætlanir og stuðul til vanligt mentanarligt virksemi sum heild, sigur kunngerðin, at hesin verður latin eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins.