Mentamálaráðharrin: Oyggjaleikirnir ein stór uppliving

OYGGJALEIKIR: Talan er um fyrstu oyggjaleikirnir hjá Rigmor Dam, mentamálaráðharra, sum er ógvuliga hugtikin av leikunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj og hoyr eina samrøðu, sum Terji Nielsen gjørdi, og sum Ísak Z. Laksáfoss gjørdi í badmintonhøllini í Visby í Gotlandi fyrr í dag.

 

Samrøðan var við mentamálaráðharran, Rigmor Dam, sum staðfestir, at tað er fyrstu ferð, at hon og familjan eru til oyggjaleikir, og hon slær fast, at hon er fullkomuliga seld so stór uppliving, sum oyggjaleikirnir hava verið fyri hana og familjuna. Hon vónar, at tað ikki verða seinastu oyggjaleikirnir, sum hon kemur at uppliva.

 

Rigmor Dam dámar serliga væl badminton og flogbólt, tí har er hon best inni í reglunum. Annars er hon hugtikin av avrikunum hjá teimum føroysku ítróttarfólkunum, og samanhaldinum millum teir føroysku áskoðararnar.