Ómenniskjansligt av Rósu Samuelsen

Hetta er ómenniskjansligt av Rósu Samuelsen ímóti okkum! So hvassorðað er starvsfólkið á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi í brævi, tey nú fara at senda landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Starvsfólkið á heiminum hevur havt fund um ætlaðu sparingarnar á Suðuroyar ellis- og røktarheimi.

Sjávi kalla tey fundin fyri ein kreppufund.

Rósa Samuelsen ætlar, at átta tveymannakømur skulu gerast um til einmanskømur. Tað fer at føra við sær, at átta búpláss verða færri á heiminum. Næsta ár skal hetta føra eina sparing upp á 2,7 milliónir við sær og í hesum sambandi er nú farið undir fyrireikingar at siga upp til 15 starvsfólkum á heiminum úr starvi.

Men uppsagnartilgongdin verður ikki sett í verk, fyrren endalig boð eru komin frá landsstýriskvinnuni um hon stendur við ætlanina.

Men nú er hetta ovboðið hjá starvsfólkinum.

- Hvussu longi ætlar tú at halda starvs- og búfólk á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á pínubonkinum, spyrja tey landsstýriskvinnuna.

Tey vísa á, at tað var í juli at hon sparingunum.

Men enn, skjótt tveir mánaðir seinni, er framvegis onki hent

- Hetta er ómenniskjaslig framferð tú brúkar móti okkum. Vit krevja at fáa greitt svar beinanvegin, tí støðan á okkara arbeiðsplássi er ótolandi, sigur starvsfólkið.

Sjálv hevur Rósa Samuelsen onga viðmerking til, um ætlanin stendur við ella ikki, tí málið er til politiska viðgerð í samgonguni.