Mikkjal og Brandur sendu fótbóltsrisan Rosenborg úr steypakappingini

Fredrikstad vann 1-0 á Rosenborg við máli, ið var skotið av leikara sum er leigaður frá Rosenborg

Fótbóltsfepurin er høgur í Fredrikstad nú, og fagnaðurin á leikvøllinum í Fredrikstad fær ongan enda.

 

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen venur hevur sent fótbóltsrisan, Rosenborg úr norsku steypakappingini.

 

Sigursmálið skoraði maðurin, ið er leigaður frá Rosenborg, nevnliga Oscar Aga. Oscar skoraði sigursmálið við einum dundurskoti í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Tað var um reppið, at dysturin fór í longda leiktíð, tí stutt undan seinasta bríkslið rakti Rosenborg tvørtræið, men Mikkjalsa menn kundu anda lættan og stórfegnast um sigurin. 

 

Saman við 2-0 sigrinum á Brann Bergen á útivølli í bestu norsku fótbóltsdeildini er sigurin í dag størsta avrikið higartil hjá Fredrikstad hetta kappingarárið.

 

Brandur Hendriksson var á vøllinum í 70 minuttir. Hann var skiftur út við Oscar Aga, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð íløga hjá Mikkjali.

 

Jóannes Bjartalíð sat á beinkinum allan dystin.

 

Fredrikstad hevur higartil spælt átta dystir í bestu deildini og í steypakappingini, og teir hava bara tapt ein dyst. Tað eina tapið var fyri verandi meistarunum, Bodø/Glimt.