Tað var ein framúr vøkur sjón, tá ið 6-mannaførini við monnum fóru skúmandi av Argjahøvda og stutta róðrarteinin framvið Molanum og inn á málið undir havnarskrivstovuni.
Fleiri bátar skiftust um a bjóða seg fram í oddinum. Eitt nú bæði Strálan av Strondum og Tvørabáturin, sum vann á vestanstevnu í Sørvági.
Spenningurin snúði seg bæði um, hvør fór at vinna FM, og hvør fór at vinna á ólavsøku.
FM kappingin stóð millum Sølmund og Jarnbard. Treytirnar vóru soleiðis, at tann av hesum báðum, sum var fremri, vann FM. Ta kappingina vann Jarnbardur, sum varð nummar trý, meðan Sølmundur aftur í dag endaði á áttanda plássinum. Harvið hevur Jarnbardur í dag tryggjað sær FM í bæði kappingini millum 6-mannafør við kvinnum og monnum.
Men hvørki Jarnbardur ella Sølmundur megnaðu at fáa fatur á ólavsøkusigrinum. Tann sigurin vann Sundabáturin, ið er mannaður við útisetum, og sum tískil eisini verður róptur Oyrasundsbáturin. Sundabáturin vann sera tætta kapping við Stráluna av Strondum og nýggju FM vinnararnar á Jarnbardi.
Tekniskir trupulleikar eru orsøk til, at ongar tíðir eru frá hesum róðrinum.