Menningarstovan væl nøgd við árið í fjør

- Útflutningsdeildin hjá okkum hevði sum málsetning at fáa 40 fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum um útflutningsviðurskifti, men tá ið avtornaði, táttaði talið á fyrispurningum upp ímóti 70. Hetta svarar til, at meira enn ein fyrispurningur er komin frá fyritøkum, sum flyta út vørur og tænastur, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri

Vinnuvirksemi

Menningarstovan hevur skrivað eina ársfrágreiðing um virksemið hjá stovninum í farna ári og Kjartan Kristiansen, stjóri, sigur, at tey sum heild eru rættiliga væl nøgd við avrikini í 2004.
- Í teimum broytingartíðum, sum vinnuliga og samfelagsliga standa fyri okkum, eydnaðist tað Menningarstovuni at skapa fjølbroytt tilboð til føroyska vinnu at ganga nýggjar menningarleiðir, sigur hann.
Kjartan vísir á, at virksemið hjá Menningarstovuni í 2004 í fyrsta lagi var merkt av, at stovnurin er vorðin styrktur sum tað Útflutningsráð Føroya, sum hann í veruleikanum er.
- Útflutningsdeildin hevur í virknum samstarvi við vinnu og samstarvsstovnar heima og uttanlands bygt upp eitt gott vitanargrundarlag. Deildin er nú før fyri at svara flestu spurningum, sum føroyskar fyritøkur hava um útflutning.
Hann sigur, at Menningarstovan hevur atgongd til fleiri dátugrunnar og marknaðarkanningar, eitt nú Kompass, Euro-Monitor, upplýsingar frá danska útflutningsráðnum, útflutningshondbøkur hjá norðurlendsku útflutningsráðunum og annað.
- Útflutningsdeildin hevði sum málsetning at fáa 40 fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum um útflutningsviðurskifti, men tá ið avtornaði, táttaði talið á fyrispurningum upp ímóti 70. Hetta svarar til, at meira enn ein fyrispurningur er komin frá fyritøkum, sum flyta út vørur og tænastur.
Kjartan vísir á, at fyri at styrkja hesa tænastu varð í 2004 alnetsútgávan av eini føroyskari útflutningshondbók gjørd liðug. Hondbókin er ein almenn vegleiðing í marknaðarføring og útflutningi, bæði strategiskt og praktiskt.
- Í 2004 byrjaðu vit at senda út tíðindabrævið, Rit um Rák, til allar fyritøkur, sum eru skrásettar í okkara Export Directory á heimasíðuni, www.trade.fo. Tíðindabrævið verður sent út til 150 fyritøkur. Vit hava heft okkum við, at áhugi er fyri hesum tíðindum, sum er kunningar um virksemið hjá okkum, um tænastur, sum vit kunnu bjóða, ætlaðar handilsferðir, áhugaverdar framsýningar, tiltøk og annað, sigur stjórin, Kjartan Kristiansen.