“Runavíkar kommuna, ein kommuna í menning” Soleiðis ynskja tey flestu eisini at tað skal verða, men tað er uppgávan hjá býráðnum at syrgja fyri at kommunan er í støðugari menning.
Ongin ítøkilig ætlan er gjørd fyri, hvussu kommunan skal mennast og hvørjum visiónum stýrt verður eftir. Úrslitið er, at alt ov stórur munur er á gongdini í kommununi, alt eftir hvør politiski viljin er, og umsitingin hevur onki ítøkiligt grundarlag at halda seg til.
Skal kommunan framhaldandi mennast verður neyðugt at gerða eina menningarætlan fyri øll fyrisitingarligu økini, skúlarnar, stovnarnar, kommunalu virkini, ítróttin, frítíðar-, og vinnumøguleikarnar sum eru í kommununi.
Menningarætlanin skal verða ítøkilig og skal kunna nýtast sum eitt amboð at stýra eftir, fleiri ár fram. Menningarætlanin fer at leggja eitt grundarstøði sum tryggjar eina javna menning á øllum økjum, og ger tað lættari at raðfesta íløgur, serliga tær sum strekkja seg yvir ár.
Menningarætlanin er ein fortreyt fyri, at fleiri av teimum stóru verkætlanunum kunnu fremjast í verki. Eitt nú verkætlanin um ítróttardepilin við svimjihyli v.m.










